Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroya Handverkarafelag og LÍV gjørt nýggja eftirlønaravtalu

Samstarv hevur verið millum Føroya Handverkarafelag og LÍV í fleiri ár, og hava partarnir júst undirskrivað nýggja eftirlønaravtalu. Avtalan tekur við tann 01.01.2015.  

Suni Simonsen, formaður í Føroya Handverkarafelag, sigur seg vera nøgdan við avtaluna og fegnast um framhaldandi samstarv við LÍV.

Avtalan fevnir millum annað um:

• Eftirløn
• Trygging við deyða
• Trygging við avlamni
• Trygging við ávísum hættisligum sjúkum
• Lokaupphædd

Limir felagsins kunnu fáa meira innlit í skipanina á heimasíðuni hjá Føroya Handverkarafelag www.fhf.fo ella á kundaportalinum hjá LÍV.

---

Á myndini eru tað Dan Joensen, tryggingarráðgevi hjá LÍV, vinstrumegin, og Suni Simonsen, formaður í Føroya Handverkarafelag.