Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroya Handverksmeistarafelag: Betri umstøður at upptaka lærlingar

Tað mangla handverkarar og tað mangla lærlingar í byggivinnuni. Hetta er longu ein trupulleiki og støðan tykist versna. Óneyðug gjøld og ein smidligari yrkisnámsskipan hevði økt um motivatiónina hjá handverksmeistarum at upptaka lærlingar.

Her er eitt valynski frá Føroya Handverksmeistarafelag, fleiri valynski kunnu lesast her

Tilgongdin av lærlingum hevur seinastu árini verið frægari, men framvegis ikki nóg stór til at fylla holini eftir teimum handverkarum, sum eru farnir og framvegis fara til Noregs at arbeiða. Tað er tí neyðugt at betra umstøðurnar, so tað verður smidligari at upptaka lærlingar.

Nýggj yrkisnámsskipan bleiv gjørd fyri at fremja sparingar og fyri at gera almennu umsitingina av skúlatíðini hjá lærlingum lættari.

Tíverri hava umleggingarnar eisini haft við sær, at lærlingar bert verða upptiknir á skúla einaferð um árið til hvørt skúlaskeið. Hetta merkir, at lærlingar, sum eru byrjaðir í læru sama ár, eru í skúla í senn og úti á læruplássinum í senn. Hetta merkir, at ein handverksmeistari, sum hevur fýra lærlingar, annaðhvørt ongan lærling hevur á læruplássinum, ella allar fýra í senn. Hetta ger tað trupult at planleggja læruna hjá lærlingunum og at leggja arbeiðið til rættis. Um skúlarnir eins og fyrr tóku lærlingar upp tvær ferðir um árið, bar til at leggja soleiðis til rættis, at tveir vóru í skúla í senn, meðan hinir báðir vóru á læruplássinum.

Føroya Handverksmeistarafelag heldur tað tí vera neyðugt at fara aftur til skipanina, har Tekniski skúli hevur møguleika at taka lærlingar upp í minsta lagi tvær ferðir um árið. Hetta vil hava við sær, at byggifyritøkurnar kunnu seta lærlingarnar forskotið soleiðis, at talið á lærlingum er meira javnt gjøgnum árið. Hetta hevði haft við sær, at tað ber til at seta fleiri lærlingar um árið, tá allir ikki byrja um somu tíð.

Tað, at hava ungar menn og kvinnur í læru, er týdningarmikið bæði fyri ungdómin og fyri vinnufyritøkur. Ungdómurin fær møguleikan at ogna sær eina holla útbúgving, sum er nógv eftirspurd, og vinnan fær atgongd til dugnaliga arbeiðsmegi. Lønin, lærlingar fáa í lærutíðini er væl hægri enn studningurin onnur undir útbúgving fáa, og er hetta gott fyri rekrutteringina.

Fyri at fáa økt um motivatiónina hjá fyritøkunum enn meira at taka fleiri lærlingar upp, kundi ein gongd leið verið at økt um afturberingina til arbeiðsgevaran fyri løn, tá lærlingurin er í skúla. Sum er, rindar arbeiðsgevarin lærlinginum lønina, meðan hesin er í skúla og fær síðani 75% av lønini afturrindað frá tí almenna. Ein gongd leið kundi verið, at hetta gjaldið verður hækkað.

Meðan man aðrastaðni hevur stuðulsskipan, ið veitir meistarum peningaliga virðisløn fyri at taka ein lærling inn, mugu føroyskir meistarar rinda eitt gjald til Mentamálaráðið fyri hvønn lærusáttmála. Slík gjøld eiga at verða strikaði, ongantíð ov skjótt. Eisini eigur man at umhugsa at hækka afturberingina til meistararnar fyri lønarútreiðslur til lærlingar í skúlatíðini. Harumframt eiga skúlarnir at hava upptøku av lærlingum á skúla tvær ferðir um árið, so tað gerst meira áhugavert hjá handverksmeistarum at seta fleiri lærlingar. 

Føroya Handverksmeistarafelag