Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroya Pedagogfelag herðir verkfallið

Føroya Pedagogfelag herðir verkfallið fráboðað 15/12-2017, at umfata allar limir, ið starvast hjá Almannaverkinum og sjálvsognarstovnum hjá Almannaverkinum.

Hetta galdandi frá kl. 08:00 mánadagin 18.12.2017

Føroya Pedagogfelag herðir tiltøkini, tí Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið ikki taka sáttmálakrøvini hjá Føroya Pedagogfelag í álvara, og ikki vilja føra veruligar samráðingar.

Vísandi til úrskurðin frá Fasta Gerðarætti 15.12.17, hevur nevndin í Føroya Pedagogfelag gjørt eina ítøkjuliga meting av tørvinum á undantøkum, og hevur tískil eisini givið nøkur undantøk í fráboðanini.