Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroya Pedagogfelag setir ikki lívið í vága hjá borgarunum

Tað er ikki Føroya Pedagogfelag, sum seta lívið í vága hjá borgarunum í landinum, men arbeiðsgevarin, sum við ábyrgdini fyri teirra stovnum og starvskorum hjá starvsfólkum, ikki virðir støðuna á arbeiðsmarknaðinum. 

Tíðindaskriv

Ístaðin fyri at føra samráðingar og skjótast gjørligt fáa rætt lag í støðuna, so verður tíðin ístaðin brúkt uppá senda Føroya Pedagogfelag í Fasta Gerðarrætt, í eini roynd at drála málinum enn meira. 

Kommunala Arbeiðsgeverafelagið hevur eisini alment úttala seg um, at verkbannið varð sett í verk fyri skjótast gjørligt at fáa partarnar aftur til samráðingarborðið, men vísir nú ongan vilja til samráðingar.   

Komið heldur til samráðingarborðið og føri veruligar samráðingar - veruligar samráðingar - fyri ein starvsbólk, sum bæði Kristina Háfoss og Annika Olsen fleiri ferðirnar alment hava úttala seg um, er harðligani afturúrsigldur. 

Vinaliga

Nevndin hjá Føroya Pedagogfelag