Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

FØROYAR = SKATTFEINGI ÷ EYSTUROY

Nú er sjón fyri sókn – Føroyska skattfeingi kemur nærum øllum sýslum í landinum, uttan Eysturoyar sýslu til góðar. Um hetta er eitt tilvitað val er ikki greitt.

Hetta hevur Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Sjálvstýri greitt fingið skjalprógva.

Fyrst við einum fyrispurningi í Tinginum til Hendrik Old, landsstýrismann um almennu húsa ognirnar kring landið, tann 29. apríl 2016. Í øðrum lagi í fyrispurningi til Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, tann 3. mai 2016, um ársverk- og lønarútgjaldingar hjá landinum býtt á sýslur.

Upplýsingarnar í hagtølunum á talvunum, sum eru hjálagdar stava frá Innlendismálaráðnum og Fíggjarmálaráðnum.

Hóast vit ikki hava fingið tað staðfest, so er ein grundaður mistanka, at talvurnar ikki innihalda skrásetingina av almennu partafeløgunum, og um so er, er støðan uppaftur verri fyri t.d. Eysturoynna.

Eysturoyar sýsla er sjónliga tikin burtur úr øllum politiskum leikum, og eru afturút sigldar á øllum hugsandi økjum tá talan er um býti av almenna skattfeinginum.

Lasse Klein