Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyar er eisini mítt land

“Uppliva FØROYSKT og FØROYINGAR í Danmark - Vit elska at vera FØROYINGAR í Danmark” – hetta er smákomiska sloganið hjá tiltakinum “Míttland”, sum verður í Keypmannahavn.

Havi sjáldan verið so flóvur av at vera føroyingur, sum tá Árni ella Marni var varpaður prime time kring allan heimin í Whale Wars, tá hann stoltur skrappaði sær og segði ódeyðiligu orðini:

“Paul Watson he can be wild, but we can too. We kill big whales, so Paul Watson is no problem”.

Nooooo hatta segði hann ikki?! Umleið tann mest kiksaði boðskapurin mann kundi deila við heiminum. Hann helt seg sikkurt vera kongin yvir øllum kongum, men hann var bara extremt píniligur. Stuntið hjá Árna ella Marna var í besta føri eitt mótprógv upp á evolutiónina og uppskriftin uppá, hvussu mann IKKI byggir brýr.

Eg hevði gleðiliga fortronkt alt Whale Wars, men nú vaknaði alt knappliga aftur.

Eg eri keddur av tí, men sloganið hjá “Míttland” gevur mær somu primitivu assosiatiónirnar, sum Whale Wars legendan omanfyri. Hóast sloganið uttan iva rakar beint í solar plexus hjá føroyingum, sum eru føddir í føroyskum klæðum og einum grindaknívi í hondini, so er hatta eitt píniligt signal at senda út til fólk.

Eitt er myndin, men tað er serliga setningurin: "Eg elski at vera føroyingur í Danmark", sum gevur nada meining í mínum høvdi. Skal mann ganga og hugsa: " Eg elski at vera føroyingur í Turkalandi, í Íslandi, í Kasakstan, í køkinum, á kummuni... eg elski mín nationalitet jubbijey! "?. Heilt erligt, so mugu fólk, sum hugsa soleiðis vakna úr frívilligu psykosuni, har mann gongur og billar sær sjálvum inn, at Føroyar er heimsins nalvi, tá vit faktiskt eru heimsborgarar.

Hevði lýsingaherferðin verið sarkastiskt, so hevði tað verið góður humor, men hatta er 100% seriøst. At tilbiðja nationalismu av hasum slagnum er sum at siga: “Eg eri betri enn tú, tí eg eri føddur og uppvaksin í mínum landi”. Ja, vit eru ein serlig tjóð, men tað eru allar aðrar tjóðir eisini. Og tá øll eru serlig, so er tað knappliga ikki serligt meir at vera serligur.

... so lat okkum við hesum sletta nationalismuna. Og sletta hana eisini í papirkurv, so hon hvørvur í allar ævir, amen.

Hergeir Staksberg