Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyar fyri ALT fólkið – ikki einans fyri fólkafloksfólk og teirra samsintu

Hetta átti at verið ein av politisku og religiøsu hornasteinunum undir okkara vælferðarskipan. Tær mongu dýrabæru gávur, ið vit hava fingið fyri onki, áttu at gjørt gagn fyri øll og ikki bert fyri harrafólkið. Elskið Guð og elskið næstan og gerið næstakærleiksgerningar. Annars er trúgvin deyð, sigur Jákup. Hvat siga tit? At Jákup ikki er eftirfarandi. Ella at tað skal eingin Jákup avgera.

Fyrst í 20. øld vóru mong illa fyri – fátækradømi var umfatandi, men mong hjálptu eftir førimuni. Hjálpararnir vóru fyrst og fremst tey smáu í samfelagnum (soleiðis er tað næstan altíð - eisini í dag). Stórbøndurnir, reiðararnir og handilsmenn høvdu so mikið, at fingranir krøktus um virðini, so tey ongan veg fóru. Hetta eru annars røturnar hjá fólkaflokkin, ið varð stovnaður í 1940. Lyndið er tað sama. Afturat tí, so pynta tey seg við einum næstakærleiksleysum kristindómi, sum í praksis er kúgandi, eyðrænandi og ísakaldur. Ikki øll, men serliga mong.

Tað hevur verið sagt frá, at vøkur, men fátøk kvinna vildi hava vakrar skógvar, ið handilsmaðurin seldi, men at peningur ikki var til tess. Handilsmaðurin kendi til snildir. Hann lovaði henni annan skógvin, um hann kundi fáa eitt, og at hon skuldi fáa hin, tá hon kom aftur og serviseraði hann. So var. Handilsmaðurin fekk tvey, og vakra kvinnan fekk tveir. Og soleiðis kundi og kann kapitalurin keypa sær alt, ið hann vildi hava – eisini fólk.

Fólkafloksins peningagreði hevur nógv at gera við frammanfyristandandi søga. Tað er rótfest í teimum, at teir halda seg eiga alt. Teir gálva, tá teir hoyra um næstakærleika og solidaritet.í gerandislívinum

Í 30-unum var eisini hungur og hall, og tey smáu royndi at hjálpa hvørjum øðrum sum frægast, og í 40-unum vórðu vit blandaðir upp í kríggið. Ræðuligar tíðir. Nógvar einkir og faðirleys børn.

Síðst í 20-unum varð javnaðarflokkurin stovnaður sum ein solidaritetsflokkur fyri at skaffa teimum, ið livdu á lívsins skuggasíðu nakað av sólarljósi. Fólkafloksfólk vildi steðga sólstrálunum og byrjaði álopinum við flokki, sum varð umafturdoyptur í 1940 til Fólkaflokkurin. Føroyingar áttu 18 mill. pund tilgóðar í Onglandi við kríggslok,. Hesinn nógvi peningurin varð formøblaðir burtur fyri rustikustar.

Føroyingar máttu fara til Íslands fyri at lívbjarga sær. Fólkaflokkurin hevði tikið ræði á sambandsflokkinum, akkurát sum nú. Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so fekk formaður fólkafloksins fongsulsrevsing og Sjóvinnubankin, ið hann var stjóri fyri, fór á heysin. Aðrir eru tiknir fyri óreglusemi, so álitið mann generelt vera nakað slitið. Tó sær tað út sum um, at fólkafloksfólk góðtaka og halda hondina yvir, hvat tað skal vera, bert gernigsmaðurin er fólkafloksmaður.

Eitt er givið, vit fáa aldrin eitt sosialt rættvíst og solidariskt samfelag við fólkaflokkinum í landsins leiðslu. Teir halda seg eiga alt og viðgera land og fólk hareftir. Einasta loysn er, at allir hinir flokkarnir samstarva til gleði og gagn fyri Føroya fólk. Latið so fólkaflokkin vísa, hvat hann kann, tá hann situr í einingi, og eingin er at útsúgva og útnytta. Bara teir tá ikki fara at eta hvønnannan.

Dagfinnur Danbjørg.