Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

-- Føroyar hava framvegis munin

Nú var fólkaatkvøða í Skotlandi tann 18. september.

Einki er at siga til, at føroyingar hava verið spentir uppá, hvat ið næsta grannatjóð okkara fór at avgera. Skotar kundu lesa í bløðunum, at millum tær mongu fólkaatkvøðurnar sum høvdu verið um loysing, var okkara í 1946 nevnd.

Har var at síggja, at í Føroyum vóru tey 51% sum atkvøddu fyri loysing, 49% ímóti. Víðari kundu teir lesa, at danska stjórnin hevði vrakaði hetta úrslit og tí er okkara fólkaatkvøðu ikki sett í verk enn.

Nú var sjálvandi spennandi um skotar fóru at vinna á okkum og geva loysingini størri meiriluta enn vit gjørdu. Tá úrslitið kom, kundu bæði teir og vit síggja, at tað megnaðu teir ikki. Meðan vit høvdu 2% í meiriluta fyri loysing, høvdu teir eitt hall upp á 10%, 45% fyri og 55% ímóti.

Næsta grannatjóð okkara er tí framvegis Sameinda kongsríkið Stórabretland.

Hetta ríkið er stovnað í 1707 við uniónssáttmálanum Onglands og Skotlands millum. Hetta ríkjasamband er 307 ára gamalt, ella 257 ár yngri enn okkara ríkjasamband við Danmarkar ríki, tí uniónssáttmálin millum okkara bæði ríki er frá 1450.

Alt hevur sína tíð, og tað hava uniónssáttmálar eisini. Sum tíðin gongur gerast teir óhóskandi, og tá syndrast ríkjasambandini. Hesa ferð yvirlivdi uniónin millum Skotland og Ongland fólkaatkvøðuna, men nógv bendir á, at talan var um ein sonevndan pyrrossigur. Hetta vísir á søguna um puniska herovastan Pyrros, sum í Italia vann sigrar, men teir vóru honum so meinir, at hann segði, at hann tapti um hann vann enn einaferð. Tað gjørdi hann ikki, tí hann var við undirlutan í næstu orrustu. Spurningurin í hesum føri er fyri Skotland, um onglendingar fyri at vinna fólkaatkvøðuna eru komnir við so dýrum lyftum, at landsmenn teirra heldur fara at sleppa sær av við Skotland enn at halda orð.

Sama er skilið hjá okkum. Danir hava í 1450 givið okkum stór lyfti um javnrættindi. Hesi lyfti halda teir ikki, og tá roknskapardagurin kemur og vit ikki longur vilja lata okkum lynda, at teir halda fram við lyftisbrotum sínum, eru dagarnir hjá okkara ríkjafelagsskapi taldir.

Zakarias Wang