Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyar hava latið ósemjuna við ES til altjóða gerðarrætt

Í dag hava Føroyar latið ósemjuna við ES til altjóða gerðarrætt. Gerðarrætturin verður settur á stovn samsvarandi havrættarsáttmála Sameindu Tjóða. Føroyar heita á gerðarrættin um at staðfesta í úrskurði sínum, at ES hevur brotið sína samráðingarskyldu við at nýta slíkar hóttanir í sambandi við umsiting av einum ferðandi fiskastovni. Gerðarrætturin verður somuleiðis biðin um at áleggja ES at taka aftur hóttanirnar.

Sambært altjóða lóg skulu lond leggja seg eftir at loysa trætur sínámillum við friðarligum hættum. Altjóða lóg ásetur eisini, at tá ið eitt trætumál er latið altjóða gerðarrætti ella dómstóli, skulu partarnir ikki taka stig, sum herða trætuna ella stríða ímóti úrskurðinum, sum bíðað verður eftir.

Landsstýrið hevur tikið hetta stig, tí ES framvegis ikki vísir vilja at loysa trætuna um býtið av norðhavssild við støði í friðarligum hættum. Setur ES ætlaðu handilstiltøkini í verk, er hetta at rokna sum at herða trætuna. Eitt slíkt brot á fólkarættarligar skyldur hevur eisini við sær, at fortreytirnar fyri at koma ásamt um eina semju versna munandi.

Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen sigur: “Føroyar ynskja ein semju við hini strandarlondini og eina burðardygga umsitingarætlan fyri ferðandi fiskastovnar í Norðurhøvum. Ein neyðug fyritreyt fyri einari semju er, at partarnir kunnu samráðast á jøvnum føti. Umframt at vera í stríð við altjóða lóg eru ætlaðu tiltøkini hjá ES ein forðing fyri, at ein semja kann fáast í lag. Tað ber ikki til at hava munagóðar samráðingar, tá ein partur leggur ein annan part undir slíkt trýst, sum ætlaðu tiltøkini eru. Landsstýrið hevur tí lagt trætuna fyri ein altjóða gerðarrætt fyri at fáa steðga tiltøkunum og skapa eitt haldgott grundarlag fyri eini loysn á trætuni.”