Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyar lesa

Hósmorgunin 17. september 2020 skipaði Uttanríkis- og mentamálaráðið fyri kunningarfundi um átakið Føroya lesa. Kunningarfundurin var á Landsbókasavninum.

Føroyar lesa er átak, ið hevur til endamáls at stimbra lesihugin hjá øllum føroyingum. Nýggjar kanningar av lesivanum og málmenning millum børn og ung í Føroyum geva greiðar ábendingar um, at tørvur er á at varpa ljós á lesing í Føroyum.

Á kunningarfundinum kunnaði Jenis av Rana, landsstýrismaður, um átakið Føroyar lesa.

Lydia Didriksen, námslektari í føroyskum á Námsvísindadeildini, og Sissal M. Rasmussen, adjunktur og ph.d á Námsvísindadeildini, høvdu framløgu um nýggjar kanningar av lesivanum, sum lýsa og staðfesta týdningin av góðum lesivanum og grundleggjandi málmenning hjá børnum, har lesing hevur ein týðandi leiklut.

Harumframt segði Ivan Niclasen, stjóri í Kringvarpi Føroya, nøkur orð um leiklutin hjá Kringvarpinum við støði í, at stóru stroymingtænasturnar gera, at enskt vinnur alt meira fram. Saman við broyttu miðlavanunum hevur hetta stórt árin á føroysku mentanina. 

Aftaná var høvi at skifta orð við stigtakararnar av verkætlanini.

Kaffi og ein lættur biti var eisini at fáa.

Kunningarfundurin varð stroymaður, umvegis heimasíðuna hjá Uttanríkis- og mentamálaráðið, www.ummr.fo