Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyar luttaka á ST heimsráðstevnuni Rio +20

Í døgunum 20.-22. juni 2012 verður ST ráðstevnan um burðardygga menning, Rio +20, hildin í Rio de Janeiro í Brasilia.

20 ár eru liðin síðan ST toppfundin um umhvørvi og menning í Rio de Janeiro í 1992, tá ið burðardygg menning var sett ovast á altjóða breddan, og grundleggjandi virkisætlanin Agenda 21 varð samtykt. Í 2002 varð hildin enn ein toppfundur um burðardygga menning í Johannesburg í Suðurafrika. Føroyar vóru umboðaðar á politiskum stigi bæði í 1992 og í 2002.

Løgmaður hevur biðið Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum og norðurlendskum samstarvi og Kára P. Højgaard, landsstýrismann í innlendis- og umhvørvismálum umboða Føroyar í donsku sendinevndini á ST toppfundinum hesa ferð. Uttanríkistænastan á Løgmansskrivstovuni samskipar føroysku luttøkuna.

Á ráðstevnuni í Rio fara ST limalond at viðgera, hvussu vit kunnu minka um fátækdømi, fremja sosiala javnstøðu, verja umhvørvi og skapa grønan búskaparvøkstur í einum heimi, har fólkatalið veksur í stórum. Endamálið er at styrkja um tær politisku semjur um burðardygga menning, sum altjóða samfelagið frammanundan hevur samtykt og greina eina felags kós og raðfestingar fyri framtíðina. Ráðstevnan skal eftir ætlan enda við, at londini í felag seta sær framsøkin mál í eini nýggjari alheims yvirlýsing undir heitinum “Framtíðin vit ynskja“ (á enskum “The Future We Want”).

Av serligum týdningi fyri Føroyar er havið vorðið eitt av høvuðsevnunum, sum sjóneyka er sett á í ST høpi. Føroyar hava undanfarnu árini tikið stig til í millumlanda høpi at varpa ljós á havið og týdning tess fyri oyggjasamfeløg og fiskivinnulond, eitt nú við einum serligum tiltaki um havið og veðurlagið undir ST veðurlagsráðstevnuni (COP 15) í Keypmannahavn í 2009 og við at skipa fyri norðurlendsku ráðstevnuni um havið – Seas the Future - í Føroyum í juni í fjør. Fyri Føroyar hevur tað serligan týdning í alheimshøpi, at minna á tørvin at tryggja eitt reint havumhvørvi og at leggja dent á, at burðardygg fiskivinna og aling eru virðismikil íkast til alheims matvørutrygd og búskaparvøkstur kring allan heim.

Undir ráðstevnuni í Rio verður eisini ein røð av tiltøkum, sum ST limalond, felagsskapir og ymsir áhugabólkar skipa fyri. Tann 19. juni luttekur Annika Olsen, landsstýriskvinna í einum pallborðskjaki um javnstøðu og burðardygga menning, ið norska stjórnin skipar fyri, sum formansland í norðurlanda ráðharraráðnum. Aðrir luttakarar verða m.a. fyrrverandi norski forsætismálaráðharrin Gro Harlem Brundtland, fyrrverandi finski forsetin Tarja Halonen, norski umhvørvisráðharrin Bård Vegard Solhjell, svenski ráðharrin fyri menningarsamstarv Gunilla Carlsson umframt umboð úr Kenya og Brasilia. Kunning um norðurlendska tiltakið sæst her.

Sí annars ST heimasíðuna um Rio +20:

http://www.uncsd2012.org/rio20/index.html