Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyar og Grønland skrivað undir fiskiveiðiavtalu fyri 2013

Føroyar og Grønland hava skrivað undir sínámillum fiskiveiðiavtalu fyri 2013 Eftir samráðingar í Keypmannahavn, 6. og 7. desember, hava Føroyar og Grønland skrivað undir fiskiveiðiavtalu fyri 2013.

Avtalan fevnir um somu fiskasløg, og er á nakað sama støði sum undanfarin ár. Einasta broyting í mun til avtaluna fyri 2012 er, at grønlendska sildakvotan í føroyskum sjógvi verður lækkað við 300 tonsum, so hon verður 2.050 tons.

Føroysku botnfiska­kvoturnar í grønlendskum sjógvi verða óbroyttar. Føroysku svartkalvakvoturnar í Eysturgrønlandi og í Vesturgrønlandi í 2013 verða ávikavist 275 tons og 100 tons, og nøgdin av toski í Eysturgrønlandi verður 255 tons.

Harumframt kunnu føroysk rækjuskip gera fiskiroyndir á norðaru leiðunum í Eysturgrønlandi avmarkað til 100 tons.

Grønland fær 2.050 tons av norðhavssild at fiska í føroyskum sjógvi, og eitt grønlendskt línuskip kann royna eftir botnfiski í føroyskum sjógvi í upp til 60 dagar. Harumframt fær Grønland atgongd at veiða 2.000 tons av svartkjafti, sum Grønland fær tillutað gjøgnum NEAFC, í føroyskum sjógvi.

“Tað er umráðandi, at Føroyar og Grønland hava gott samstarv á fiskivinnuøkinum. Hóast sínámillum fiskiveiðiavtalan millum Føroyar og Grønland er lítil í vavi, so er hon ein týðandi liður í samstarvinum millum Føroyar og Grønland. Tí gleðist eg um, at tað aftur í ár eydnast at koma fram til eina skilagóða avtalu fyri báðar partar, sigur Jacob Vestergaard landsstýrismaður”.