Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ráðharrar í Norðurlondum (sitandi) skriva undir yvirlýsingina um skjalasøvn.
Aftanfyri standa tjóðarskjalavørðirnir. Fyri Føroyar Bjørn Kalsø mentamálaráðharri
og Sámal Tróndur Finnsson Johansen landsskjalavørður.

Føroyar tekur undir við alheims yvirlýsing um skjalasøvn

Á fundi í Reykjavík hin 28. apríl 2014, skrivaði mentamálaráðharrin Bjørn Kalsø, saman við norðurlendsku mentamálaráðharrunum, undir alheims yvirlýsing um skjalasøvn.

Á sama fundi løgdu norðurlendsku tjóðarskjalavørðirnir fram fyri ráðharrunum um skjalasavnsvirksemi í Norðurlondum. Fyri Føroyar legði Sámal Tróndur Finnsson Johansen, landsskjalavørður, fram.

Við at taka undir við alheims yvirlýsingini um skjalasøvn, ásanna ráðharrarnir, at skjalasøvn hava ein serligan leiklut í nútímans samfelagnum. Hetta gera tey við at varðveita og skjalfesta viðurskifti um rættindi, fortíð og søgu hjá einstaklingum og samfelag.

Alheims yvirlýsingin um skjalasøvn varð fyrst samtykt av limunum í ICA (International Council of Archives) í Oslo í 2010, og síðani samtykt av UNESCO í november 2011.

Yvirlýsingin, ‘Universal Declaration on Archives’, finst á heimasíðuni hjá altjóða skjalasavnsfelagsskapinum ICA, sí: http://www.ica.org/13343/universal-declaration-on-archives/universal-declaration-on-archives.html