Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyar umboðaðar í Nordic Artic Business Counsil

Mánadagin 19. mai var fyrsti fundur í Nordic Artic Business Counsil, sum norðurlendsku arbeiðsgevarafeløgini hava tikið stig til. Føroyar verða umboðaðar av Bartal Kass, fíggjarstjóra á MEST.

Arbeiðsgevarafeløgini í Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi, Íslandi, Grønlandi og Føroyum hava mannað ein arbeiðsbólk kallað Nordic Arctic Business Council (NABC). Føroya Arbeiðsgevarafelag fekk høvi at hava umboð í arbeiðsbólkinum og var Bartal Kass, fíggjarstjóri á MEST, valdur.

Arbeiðsbólkurin skal komandi árið arbeiða við at gera eina strategi fyri, hvussu norðurlendsk vinna kann gagnnýta møguleikarnar í Arktis. Strategiin skal umfata:

· Olju, gass og minuvinnu

· Skipping og flutningsvinnu

· Ferðavinnu

· Fiskivinnu

Nakrir av stóru avbjóðingunum, sum mettar eru at verða í samband við gagnnýtslu av vinnumøguleikunum í Arktis, eru:

· Førleiki og umsitingarorka

· Handfaring av umhvørvisligu avbjóðingunum, so sum at verja ímóti dálking, tilbúgving, burðardyggur fiskiskapur o.l.

· Flutningur, so sum trygd, tilbúgving í samband við havarí o.l.

· Atgongd til arbeiðsmegi, trygd og handfaring av fremmandari arbeiðsmegi

Arbeiðsbólkurin skal eisini verða við til at tryggja áhugamálini hjá norðurlendskari vinnu yvirfyri nationalum og altjóða myndugleikum. Ein av uppgávunum er eisini at luttaka í Circumpolar Business Forum, sum arktiska ráðið fer at seta á stovn í 2014.

Arbeiðsbólkurin letur frágreiðing til norðurlendsku arbeiðsgevarafeløgini í 2015.

Til stuttleikar kann nevnast, at tríggir føroyingar eru í arbeiðsbólkinum. Bartal Kass, fíggjarstjóri á Mest, umboðandi Føroyar, Rúni M. Hansen, stjóri á Arktisku deildini hjá Statoil, umboðandi Norra og Jóannes Niclasen, stjóri á MT-Højgaard, umboðandi Grønland.