Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Reyðu linjurnar eru ávikavist 200 fj. linjur frá landi og marknalinjur millum grannalond. Gula linjan svarar til samlaða økið, har Føroyar hava fingið viðurkent ytra landgrunsrættindi, men har rættindi Føroya eisini umskara við ytra landgrunsrættindi hjá ávikavist Ísland og Noreg. Reyðgula linjan norður til Bárugeil vísir ytra landgrunsmark Føroya. Írestandi økið innan gulu linjuna, handan reyðgulu linjuna, er býtt millum ávikavist Noreg og Ísland.

Føroyar undirrita søguligar avtalur um landgrunnin norðan fyri Føroyar

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, og Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri Danmarkar, undirrita í morgin mikudagin 30. oktober saman við ávikavist íslendska uttanríkisráðharranum, Guðlaugur Þór Þórðarson, og Jens Frølich Holte, norskur vara-uttanríkisráðharri, marknasemjur um landgrunnin millum Føroyar, Ísland og Noregi í økinum uttanfyri 200 fjórðinga sjómarkið.

Undirritanin fer fram í Stokkhólmi. Jenis av Rana undirritar vegna Føroyar, og Jeppe Kofod undirritar vegna Kongaríki Danmarkar.

Um avtaluna
Føroyar, Ísland og Noregi hava sett fram krøv um lut av landgrunninum norðanfyri Føroyar. Krøvini hjá teimum trimum londunum umskaraðust á einum øki, ið svarar til 111.500 km2.

Partarnir gjørdu longu í 2006 eina fyribils semju um, hvussu økið við umskarandi krøvunum hjá londunum skuldi býtast. Føroyar fingu tilluta umleið fjórðing av tí samlaða umskaraða økinum. Ísland fekk tillutað áleið eitt sama øki, meðan Noreg fekk tillutað umleið helmingin av økinum, hetta tí Noregi hevur rættindi til landgrunnin bæði frá norska meginlandinum og oynni Jan Mayen. Fyribils avtalan um býtið treytaði tó, at Landgrunnsnevndin hjá Sameindu Tjóðum (ST), ið hevur til uppgávu at vísindaliga eftirkanna krøvini hjá londunum, góðkendi krøvini hjá øllum trimum londunum.

Landgrunnsnevndin hjá ST hevur síðani góðkent krøvini hjá teimum trimum londunum og harvið grundarlagið fyri semjuni frá 2006. Síðani eru millumlanda samráðingar uppafturtiknar. Hesar hava snúð seg um at avtala og útgreina eina løgfrøðiliga skipan, um hvussu farast skal fram, um funnin verða marknaumskarandi ráevnisfund í økinum.

Við hesum marknasemjum við Noreg og Ísland fáa Føroyar tillutað 27.000 km2 av landgrunni.
“Tað er sera gleðiligt, at vit nú aftaná eina áralanga tilgongd kunnu taka seinastu og søguligu fetini við semju í hesum málinum, sum hevði kunnað blivið ein møguligur tvídráttur millum grannatjóðir” sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

“Úrslitið stendst ikki minst av einum framúr góðum samstarvi tvørtur um landamørk og um fakmørk, herímillum landmátarar, sjómátafrøðingar, kortteknarar, diplomatar og løgfrøðingar. Harumframt vísir úrslitið í verki góðu og sterku fakligu samstørvini millum Danmark og Føroyar.”

(Myndatekstur: Reyðu linjurnar eru ávikavist 200 fj. linjur frá landi og marknalinjur millum grannalond. Gula linjan svarar til samlaða økið, har Føroyar hava fingið viðurkent ytra landgrunsrættindi, men har rættindi Føroya eisini umskara við ytra landgrunsrættindi hjá ávikavist Ísland og Noreg. Reyðgula linjan norður til Bárugeil vísir ytra landgrunsmark Føroya. Írestandi økið innan gulu linjuna, handan reyðgulu linjuna, er býtt millum ávikavist Noreg og Ísland.)