Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyar vunnu tríggjar norðurlendskar matvirðislønir

Leif Sørensen, ið er kosin mathandverkarin 2017 fyri síni røstu fiskakips, Heimablídnisskipanini – væl umboðað av Annu og Óla á Velbastað - sum vann heiðurin sum norðurlendska matferðamálið og Evu og Jógvan Jón í Dímun, ið eru kosin norðurlendskur matframleiðari 2017, verður ynskt hjartaliga til lukku.

Hetta er fystu ferð, at norðurlendska matvirðislønin Embla verður handað, men málið er, at henda virðisløn fer at verða vird eins nógv og norðurlendska bókmentavirðislønin. Kappingin hevur verið væl móttikin, og flestu norðurlondini, Ísland, Noreg, Danmark, Svøríki, Finnland, Áland og Føroyar, hava skotið upp nøvn til virðislønina.

Stýrisbólkurin fyri nýnorrønan mat (Ny Nordisk Mat), sum Føroyar hava luttikið í frá byrjan, tók stig til norðurlendsku matvirðislønina, sum norðurlendsku bóndafeløgini átóku sær at samskipa og góvu heitið Embla, eftir fyrstu kvinnuni í norrønu gudalæruni.

Tiltakið í ár var skipað saman við mat-toppfundinum, World Food Summit, sum Poul Michelsen, landsstýrismaður, eisini tók lut í.

Handanin fór fram í stásiliga ráðhúsinum í Keypmannahavn, har nógv varð gjørt buturúr. Marie prinsessa handaði virðislønina fyri mat til børn og ung, og prinsessan tók eisini lut í stóra veitsludøgurðanum aftaná, saman við luttakarunum í Embla og í World Food Summit. Danski matvørumálaráðharrin Esben Lunde Larsen handaði virðislønina til norðurlendska mathandverkaran, sum Leif Sørensen vann, og Poul Michelsen, landsstýrismaður, handaði virðislønina til norðurlendska matsamskiftaran 2017. Føroyar høvdu tilnevnt Gutta Winther, og vónirnar vóru stórar, men hesin prísurin fór til Álands.

Frøin var stór, tá ið Føroyar vunnu eina virðisløn fyri og aðra eftir. Føroyar høvdu valt at luttaka í fýra bólkum av sjey møguligum, og vunnu tríggjar.

Vinnararnir í øllum bólkunum vóru:

Føroyar, Leif Sørensen, fiskakips, Norðurlendski mathandverkarin 2017

Føroyar, Dímunargarður, Norðurlendski rávøruframleiðarin 2017

Svøríki, Annika Unt, Norðurlendska virðislønin fyri mat til mong 2017

Áland, Michael Björklund, Smakbyn, Norðurlendski matsamskiftarin 2017

Føroyar, Heimablídni, Norðurlendska matferðamálið 2017

Finnland, Thomas Snellman, Norðurlendski matíverksetarin 2017

Noreg, Geitmyra Matkultursenter, Norðurlendska virðislønin fyri mat til børn og ung 2017.

Stóri sigurin er eitt frálíkt dømi um, at stóra matmenningin í Føroyum eisini verður viðurkend uttanlands. Vit kunnu vera errin og mugu halda fram at seta okkum stór mál fyri menningina av føroyskum mati og matvinnum, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

Kappingin um norðurlendsku matvirðislønina Embla verður aftur í einum øðrum norðurlandi í 2019.

Hjartaliga til lukku!