Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroysku umboðini á minningarhaldinum í Newcastle í gjár. Úr vinstru eru tað Harry Wilson, krígsveteranur, Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, Hjarnar Djurhuus, Kirstin Jacobsen, Óli Jacobsen, fyrrverandi formaður í Fiskimannafelagnum, Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, Jóannes V. Hansen, føroyskur sendimaður í London, Uni Næs, dómpróstur, og Páll Nølsøe, kunningarráðgevi í løgmansfyrisitingini.

Føroyingar mintir í Newcastle

Í sambandi við at 70 ár eru liðin síðani Annar Heimsbardagi endaði vórðu minningarhald hildin ymsar staðir í Onglandi í gjár, og í St Nicholas dómkirkjuni í Newcastle varð skipað fyri minningargudstænastu fyri teimum føroysku og donsku sjófólkunum, ið fórust undir krígnum.

Eftir: Ingolf S. Olsen:

Umleið 200 føroyskir sjómenn fórust av krígsávum undir Øðrum Heimsbardaga, og føroysk umboð eru altíð boðin við, tá tann danska kirkjan í Newcastle skipar fyri minningarhaldum í sambandi við kríggið.

Soleiðis var eisini hesaferð, nú stórt minningarhald í gjár var hildið í St Nicholas dómkirkjuni í Newcastle í sambandi við, at tað í hesum døgum eru liðin 70 ár, síðani kríggið endaði.

Fleiri føroyingar vórðu bodnir við, og fyri almennu Føroyar og føroysku kirkjuna tóku ávikavist Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og Uni Næs, dómpróstur, lut í minningarhaldinum.

Løgmaður legði krans
Í dómkirkjuni var minningargudstænasta, har Torben Elmbæk Jørgensen, sum er danskur sjómansprestur í Hull og Newcastle, prædikaði.

Eftir gudstænastuna vórðu kransar lagdir við minnisveggin, sum er gjørdur í hesi kirkjuni, fyri danskar sjómenn, ið lótu lív undir krígnum. Eisini løgmaður legði ein krans og segði nøkur orð. Hátíðarhaldið í kirkjuni endaði við einari móttøku, har fleiri talur vórðu hildnar.

Um kvøldið var døgverði, og har vóru hópin av talum hildnar. Løgmaður, føroyski dómprósturin og Óli Jacobsen, fyrrverandi formaður í Føroya Fiskimannafelag og núverandi virkin siðsøguligur rithøvundur, hildu talur, har teir millum annað greiddu frá serligu støðu Føroya sum bretskt herðsett land undir krígnum, og um føroysku vandasiglingina við fiski úr Íslandi til Onglands gjøgnum alt kríggið.

Vandamikið arbeiðspláss
Kríggið var ein ræðulig tíð, ið kostaði føroyingum nógv mannalív og vanlagnur, men løgmaður greiddi frá, at eisini í friðartíð hevur havið verið eitt vandamikið arbeiðspláss hjá føroyingum. Síðani 1900 eru umleið 1000 føroyingar farnir á sjónum, greiddi Kaj Leo Johannesen frá.

Hin nú 96 ára gamli Harry Wilson, ið var bretskur herðmaður í Føroyum undir krígnum, tók eisini lut í hátíðarhaldinum og í døgurðanum. Har tók hann eisini orðið, og dugdi sera væl á bæði álvarsaman og stuttligan hátt at greiða frá sínum upplivingum undir krígnum. Harry Wilson giftist føroyskari konu og er føroyavinur um ein háls.

Donsk sjófólk, sum sigldu í handilssigling fyri tey sameindu undir krígnum vóru eisini við á hátíðarhaldinum, og tað var hjartanemandi at hoyra tey greiða frá um, hvat timum hevði verið fyri á havinum tey fimm ræðuligu krígsárini.

Fleiri myndir við at trýsta á linkin: http://www.fiskimannafelag.fo/savn/tidindi/minningarhald-%C3%AD-newcastle-10-mai-2015.aspx