Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyingar til regatta í Ishøj

Aftur í ár skipar róðrarfelagið Neystið fyri Atlantic Airways Færø Regatta í Ishøj, sum bjóðar upp á kappróður, livandi tónleik og hugnaliga samveru og alt møguligt annað

Regattan verður í Ishøj nú leygardagin, 14. juni, og byrjar hon klokkan 14 á Tangen við listasavnið Arken, har føroyski umboðsmaðurin í Danmark, Sigmundur Isfeldt, fer at seta regattuna, og hálvan tíma seinni fer kappróðurin í gongd.

Umframt kappróðurin, verður eisini framsýning í kajakkróðri, og á róðraøkinum verður grillað undir opnum himmali, samstundis sum okkurt gott fæst undir tonna og til góman.

– Tað er ókeypis atgongd, so vit vóna, at fólk taka bæði familju og vinir við sær, tí regattan er øgiliga hugnalig og gevur høvi at heilsa upp á vinir og kenningar, sigur Helen Fossá, næstforkvinna í Neystinum.

Eftir at heiðursmerkjahandan hevur verið í sambandi við kappróðurin, verður hildið verður fram í frálíka felagshúsinum hjá Neystinum, sum er á Tangloppen 6 í Ishøj Havn.

Har fara ikki minst kollfirðingar at seta sín dám á, tí Jens Marni Hansen fer at spæla livandi tónleik, og aftaná fara Signar í Homrum og hansara menn at spæla til dans.

– Sum altíð, vænta vit at síggja nógv fólk, og okkara royndir eru, at bæði føroyingar og danskarar fegin vilja uppliva tiltakið leygardagin, sum á hvørjum ári er størsta takið hjá okkum, sigur Helen Fossá.