Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroysk børn kunnu verða send av landinum

“Sum lógin nú er orðað, kann tann støðan íkoma, at ein útlendingur sum hevur fingið uppihaldsloyvi í Føroyum, verður sendur av landinum saman við sínum børnum, um makin doyr.” Tað segði Johan Dahl, landsstýrismaður, í svari til fyrispurning frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni í løgtinginum í morgun. 

Johan Dahl vísir til útlendingalógina og sigur, at ein útlendingur sum hevur fingið uppihaldsloyvi sambært § 9, stk. 1 nr. 2 í útlendingalógini, lýkur vanliga ikki longur treytirnar fyri uppihaldsloyvinum aftaná at føroyski makin er deyður.

Ikki nøgdur við støðuna
Johan Dahl sigur í svarinum, at hann er als ikki nøgdur við hesa støðuna, og at Vinnumálaráðið tí fer at biðja ríkismyndugleikarnar um at gera uppskot til kongaliga fyriskipan, sum við ríkislógartilmæli kann leggjast fyri løgtingið á ólavsøku.

Helgi Abrahamsen og onnur sum høvdu orðið í sambandi við fyrispurningin vístu á, at talan er um eina somikið álvarsama støðu, at neyðugt var at fáa lógina broytta sum skjótast.

“Útlendingalógin skal vera púra greið, men hon má samtíðis eisini taka menniskjanslig atlit,” segði Helgi Abrahamsen.