Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Havnin í Moster. Her kemur Juvél II eisini at liggja

FØROYSK MISSIÓNSVITJAN Í NORRA - úr Føroyum 24. apríl

Føroyski evangeliski missiónsfelagsskapurin Atlantic Mission, sum hevur skipað fyri trúboðaraferðum til londini í Norður Atlantshavi á hvørjum ári síðani 2011, hevur ætlanir at vitja á norsku oynni Bømlo í vár. Tað er trúboðaraskipið Juvél II, sum Atlantic Mission brúkar til hesar missiónsferðir.

Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com

Oyggin Bømlo liggur stutt sunnan fyri Bergen, er næsti granni til oynna Stord, og hevur eitt fólkatal upp á umleið 11.000. 

Farið verður úr Føroyum mánadagin 24. apríl við Juvél II, og skipið kemur at vitja tríggjar býir – Langevåg, Moster og Urangsvåg. Á øllum trimum støðum verður almenn móttøka, har ávíkavist borgarstjóri og prestur koma at taka ímóti, og sangkór koma at luttaka. Tá almenna móttøkan hevur verið, verða øll boðin innanborða til drekka, sang og kunning.    

Ferðin til Bømlo kemur at taka gott tvey samdøgur. 

Vitjanin endar sunnukvøldið 07. mai,  tá almenn fráfaringarløta verður í havnalagnum í Moster.  

ENDAMÁLIÐ
Endamálið við vitjanini er at náa allar aldursbólkar við orði Guds, bæði børn, ung og vaksin. Tað verður nógv virksemi á skránni bæði innan- og uttandura. Eisini verður gingið í húsini við kristiligum lesnaði, og ein faldari, har øll skráin fyri vitjanini er at lesa, verður sendur í hvørt hús á Bømlo dagin fyri sum Juvél II kemur til Norra.  


Fyrireikingin til ferðina er byrjað, og umboð fyri Atlantic Mission hava nýliga vitjað á Bømlo til tess at kunna samkomur, skúlar og myndugleikar á oynni um vitjanina, og longu nú eru fleiri avtalur komnar í hús. 

M.a. varð vitjað á blaðnum Bømlo Nyt, sum er stórsta blað á oynni. Blaðstjórin var væl sinnaður fyri vitjanini, og avtala varð gjørd at prenta eina samrøðu við manningina, sum kemur í blaðið, ið verður sent í hvørt hús á oynni dagin fyri sum Juvél II kemur; og longu nú hevur ein tíðindastubbi um ætlaðu vitjanina staði í oyggjablaðnum Bømlo Nyt, sum eitt slag av appetitvekjara.   

Av tí, at brúk er fyri fleiri fólkum enn teimum, sum verða við Juvél II, kemur eitt toymið við ungdómi at fara til Bømlo nakrar dagar áðrenn skipið kemur. Hesi koma at vera ein partur av samlaða liðinum undir allari vitjanini. Tað er Ruth Gaardlykke, sum verður ferðaleiðari hjá ungdómstoyminum. 

SAMBAND
Um onkur ynskir meiri kunning um ferðina kann ein seta seg í samband við Svenning av Lofti tlf. 212045 - Páll á Lakjuni, tlf. 744404 - Jógvan Páll Sevdal, Poul Jóhan Djurhuus, tlf. 228314  ella Ruth Gaardlykke, tlf. 

Um onkur ynskir at stuðla átakinum er tað møguleiki fyri tí.