Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyska samfelagið hevur fingið ein nýggjan bólk av arbeiðandi fátøkum/”working poor”

ST-sáttmálin bannar øllum mismuni vegna brek 

Í grein í MBF blaðnum hin 1. september 2014 verður sagt frá, at ST-sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, varð samtyktur í Sameindu Tjóða hin 13. desember 2006. Og at Føroya Løgting hin 13. mei 2009 samtykti, at hesin sáttmáli eisini skal galda fyri Føroyar.

Eitt er at gera sáttmála um rættindi hjá fólki, sum bera brek, men má slíkur sáttmáli eisini haldast í verki. Tá serstakliga tann sera týdningarmikli parturin av ST-sáttmálanum, ið ásetir at fólk, ið bera brek, hava rætt til arbeiði og løn javnbjóðis øðrum.

§ 18 a í Forsorgarlógini gav fólki, ið bera brek, rætt til at fáa arbeiði á vanliga arbeiðsmarknaðinum til vanliga løn og vanligar arbeiðsmarknaðarligar treytir

Fram til 2012 høvdu fólk, ið bera brek, sambært § 18 a í forsorgarlógini rætt til at fáa arbeiði og løn javnbjóðis øðrum. Hesi rættindi, sum áttu at verið sjálvsøgd, vórðu kollrend og tikin av, tá skipanin um “vard størv” í § 18 a í gomlu forsorgarlógini varð tikin av í 2012. 

Skipanin um “vard størv” tryggjaði, at varandi sjúk og fólk, ið bera brek, fingu júst somu løn og aðrar arbeiðsmarknaðarligar treytir, sum tey, ið eru á vanliga arbeiðsmarknaðinum, ið ikki bera brek og sum hava góða heilsu. Í staðin fingu vit nýggjar lógarásetingar, sum grovliga diskriminera heilsuliga brekað á arbeiðs-marknaðinum. Hetta bæði lønarliga og tá umræður eftirløn og aðrar arbeiðsmark-naðarligar treytir. Nýggju reglurnar vórðu ásettar í §§ 21-24 um sonevnd “tillagað størv” og “avtalaða løn” í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk.

Lógarásetingar í løgtingslóg um arbeiðfremjandi tiltøk hava skapt ein nýggjan bólk av “arbeiðandi fátøkum”/”working poor”

At skipanin um “vard størv” í § 18a í gomlu forsorgarlógini varð tikin av, var eitt risa afturstig fyri fólk, ið bera brek. Rætturin til arbeiði og løn javnbjóðis øðrum varð við lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk í §§ 21-25 tikin frá fólki við skerdari heilsu. Við hesum lógargreinum er skaptur ein bólkur av heilsuliga skerdum, ið eru í arbeiði, men sum einans kunnu fáa lága ella avmarkaða løn. Við hesum lógásetingum um arbeiði til heilsuliga skerd varð í 2012 skaptur ein nýggjur bólkur av “arbeiðandi fátøkum”. 

Hesar lógásetingar hava skapt ein nýggjan bólk av fíggjarliga sperdum einstaklingum og familjum. Sambært lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk fáa varandi sjúk og fólk, sum bera brek, nevniliga ikki somu løn sum onnur, men einans partvísa og avmarkaða løn og fáa ikki sáttmálásett eftirlønargjald, sum tey, ið fáa løn sambært vanligu sáttmálunum á vanliga arbeiðsmarknaðinum.

Veik rættarstøða, ótryggleiki og lág arbeiðsinntøka ein fylgja av skipanini “tillagað starv” í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk** Føroya Lærarafelag skrivaði í grein í Skúlablaðnum nr. 3/2012, at løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk fór at skapa veikari rættarstøðu og ótryggleika fyri limir Lærarafelagsins, sum høvdu brúk fyri vardum starvi/serliga tillagaðum starvi. Greitt varð frá, at sjúkuraktur fólkaskúlalærari, ið hevði brúk fyri vardum starvi, kundi missa uml. 7.200 kr. um mánaðin (ella tilsamans 86.400 kr. um árið) við at fara í sonevnt “tillagað starv” sambært §§ 21-23 í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk. Við hesi lóg reyk tryggleikin viðv. setanarviðurskiftum og eftirløn v.m., sum vanliga er ein partur av avtalum millum arbeiðsgevara og fakfeløg.

Endurskoðan av skipanunum um “tillagað starv” og “avtalaða løn”

Í § 38 í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk er ásett, at skipanin um “tillagað starv” og “avtalaða løn” smbr. §§ 21-24 skulu endurskoðast í seinasta lagi 1. januar 2016.  

Henda endurskoðan av §§ 21-24 um arbeiði og løn til varandi sjúk og brekað í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk frá 15. mai 2012, ið grovliga diskriminerar heilsuliga skerd starvsfólk á vanliga arbeiðsmarknaðinum, má broytast, hetta ongantíð ov skjótt. Hetta soleiðis at heilsuliga skerd aftur kunnu fáa starv sum fulltíðarsett og við fullum lønarbrøki. Og sum ásetir at fyritíðarpensjónistar kunnu fáa vanligt parttíðarstarv til vanliga sáttmálabundna løn. 

Heilsuliga skerd eiga at kunna fáa arbeiði og løn javnbjóðis teimum, sum hava góða heilsu og sum ikki bera brek. Føroyar mugu halda tann partin av ST-sáttmálanum fyri einstaklingar, ið bera brek, sum ásetir at fólk, ið bera brek, hava rætt til arbeiði og løn javnbjóðis øðrum. ST-sáttmálin, sum Føroyar undirskrivaðu hin 13. mei 2009 um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, má ikki vera eitt tómt hylki, men má virðast og útinnast í verki.

Tórshavn, hin 18. apríl 2015

Ingrid S. Henriksen