Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyskar fiskavørur lúka ES-krøv

ES eftirlitsmyndugleikin tryggjar ES at føroyskar fiskavørur lúka heilsufrøðiligar treytir.

Heilsufrøðisliga Starvsstovan:

Í døgunum frá 13. til 29. januar 2021 framdi ES-eftirlitsmyndugleikin eina skoðan av Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Hetta fyri at eftirkanna, um Heilsufrøðiliga starvsstovan (HFS) sum skikkaður myndugleiki livir upp til veterineravtaluna við ES um fisk og fiskavørur.

Vegna coronastøðuna varð øll skoðanin fyri fyrstu ferð framd yvir netið, við videofundum, t-postsamskifti o.t. Skoðanin gekk sum heild væl, hóast onkrar tekniskar byrjunartrupulleikar.

Frágreiðingin er komin. Niðurstøðan, at HFS sum heild lýkur treytirnar í veterineravtaluni. Eins og altíð, tá skoðanir eru, verður í frágreiðingini víst á nøkur frávik. HFS hevur 25 dagar at svara frágreiðingini, hvussu frávikini verða rættað.

ES-eftirlitsmyndugleikin vísir í frágreiðingini á 5 høvuðsfrávik, ið Heilsufrøðiliga starvsstovan skal taka upp til viðgerðar og fáa í rættlag.

Frávikini eru til Heilsufrøðiligu starvsstovuna sum skikkaður myndugleiki, hvussu eftirlitið verður skipað, títtleikan av eftirlitsvitjanum, hvussu innanhýsis mannagongdir verða fylgdar, og hvussu staðfest frávik verða fingin í rættlag á virkjum og skipum. Somuleiðis skulu kanningar setast í verk av royktari fiskavøru.


gg-ikon.png

Veterineravtalan við ES
Veterineravtalan ger, at føroyskur fiskur kann fara í fría umferð í øllum ES uttan heilsuváttan. Høvuðsendamálið við avtaluni við ES er at tryggja, at framleiðsla av føroyskum fiski og fiskavørum fer fram undir viðurskiftum, ið eru í samsvar við galdandi ES-lóggávu.