Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyski kristindómurin treingir til eina endurskoðan

Tað er sera niðurbrótandi, - bæði fyri likam og sál - tá sokallaðu kristin fólk siga,- sum tey ofta gera – at gerningar frelsa ongan. Tí trúgv uttan – ikki bara gerningum – men góðum gerningum, er skralltóm . Áðurnevnda utsøgnin er ein háan av kristna grundvøllinum. Tí trúgv og góðir gerningar eru óloysiliga samanbundnir . At pástanda annað er reindyrkaður heiðinskapur.

Vit eiga ikki at lurta eftir teimum, ið siga, at tey eru kristin, men sum ikki fremja góðar gerningar, tí tey fremja bert varrakristindóm til tess at vera sædd og at standa seg væl í mannaeygum. Eginkærleiki og einki annað.

Men tá Jesus verður spurdur um hægsta boðið, svarar hann: ”Tú skalt elska Harran, Guð tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum huga tínum.” Men eitt annað er enn, ið er hesum líkt: ”Tú skalt elska næstan sum sjálvan teg.” Eingin millumvegur og uttanumtos. Vit síggja nútíðar ”kristnu gerningarnir,” og mangan mugu vit øtast. Sjónleikur fyri fávitskut? Ella? Sum skrivað stendur, tey hava longu fingið lønina, og hava sostatt einki eftir.

Eginkærleikin ger seg eisini galdandi, tá talan er um at kradda sær ríkidømi. Skaparin hevur skapt okkum øll í síni mynd. Og hann hevur skapað alt ríkidømi á sjógvi, landi og í luftini við. Síðani eru tað vit, ið út frá næstakærleiksboðnum skulu bíta Guðs gávur okkara millum, men hvussu verður bítt? Tey, ið mongum førum frammanundan hava, níta alla teirra makt fyri at fáa meira. Hygg bara eftir havsins gávum til alt Føroya fólk sum stórt stríð stendur av og um. Sjálvt svik og svindil verður brúkt. Sera ókristiligt.

Mong vita tó, at Jesus segði á sinni: ”Tí hvat gagnar tað manni, um hann vinnur allan heimin, men má bøta afturfyri við sál síni? Men tað tykist at vera eins og at sletta vatn á gás. Teir ( sum oftast menn) halda, at tað eru teir, ið til eina og hvørja tíð skulu bestemma. Og so má Guð bíða. Sjálvt um vit øll kunnu lesa: Søki fyrst Guðs ríki og rættvísi hansara, so skal alt hetta verða givið tykkum umframt.  

Lat okkum eisini lesa um gerningar og týdningin av teimum. Skriva stendur:

Men tá ið menniskjasonurin kemur í dýrd síni og allir einglarnir við honum, tá skal hann sita í dýrdarhásæti sínum. Og øll fólkasløgini skulu koma saman framman fyri honum; og hann skal skilja tey hvørt frá øðrum, eins og hirðin skilir seyðirnar frá geitunum. Og seyðirnar skal hann seta høgrumegin við seg, og geitirnar vinstrumegin. Tá skal kongurin siga við tey, sum eru høgrumegin við hann: ” Komið higar, tit hinu vælsignaðu hjá faðir mínum, og fáið ríkið tað í arv, sum tykkum hevur verið lagað, frá tí at verøldin var grundað! Tí at eg var svangur, og tit góvu mær at eta; eg var tystur og tit góvu mær at drekka, eg var ókunnigur, og tit hýstu mær; eg var nakin, og tit klæddu meg; eg sat í fangahúsi, og tit komu at finna meg.” Tá munnu hini rættvísu svara honum og siga: ” Harri nær sóu vit teg svangan og góvu tær at eta, ella tystan og góvu tær at drekka? Nær sóu vit teg ókunnigan og hýstu tær, ella naknan og klæddi teg? Nær sóu vit teg sjúkan ella í fangahúsi og komu at finna teg?”

Og kongurin skal svara og siga við tey: ”Sanniliga sigi eg tykkum, so satt sum tit hava gjørt hetta móti einum av hesum minstu brøðrum mínum,tá hava tit gjørt tað móti mær.”

Tá skal hann eisini siga við tey vinstrumegin: ” Farið burtur frá mær, bannaðu tit, í hin æviga eldin, sum er ætlaður djevlinum og einglum hansara. Tí eg var svangur, og tit góvu mær ikki at eta; eg var tystur og tit góðu mær ikki at drekka; eg var ókunnigur, og tit hýstu mær ikki; eg var nakin, og tit klæddu mær ikki; eg var sjúkur og í fangahúsi, og tit vitjaðu meg ikki.
Tá munnu eisini tey svara og siga: ” Harri nær sóu vit teg svangan ella tystan ella ókunnigan ella naknan ella sjúkan ella í fangahúsi, og tæntu tær ikki?”

Tá skal hann svara teimum og siga: ” Sanniliga sigi eg tykkum, so satt sum tit ikki hava gjørt hetta móti einum av hesum minstu, tá hava tit heldur ikki gjørt tað móti mær.”

Og hesir skulu fara burtur til æviga revsing, men hini rættvísu til ævigt lív”.

Kann hetta miskiljast? Ella hví verður ávaringin tileinkisgjørd. Vit bæði síggja og hoyra í dagligdegnum, at sokallað kristin í orð og tal mótarbeiða næstakærleiksboðnum. Tey arbeiða við hond og fót ímóti, at faðir og/ella móðurleys, fátæk og sjúk kunnu fáa livilig kor. Hesi verða í staðin úthongd sum nassarar, ið fáa ov nógv fyri einki, og hjálpararnir verða úthongdir sum óheiðurligur. Óndsinnaðir kúgarar, ið einki hava skilt ella s.... á tað og á næstan. Hetta má kunna broytast, sjálvt um tað er upp til hin einstaka, sum at enda skal gjalda við síni sál.

Hin 'kristni' sjónleikurin er dupult vandamikil,bæði tí at hann leiðir fólk - íð fremja leikin til tað ònda stað, men hann fær eisini ósek á vandakós, tí vandamiklu sjónleikararnir gerast ofta fyrimynd fyri onnur, ið ikki hava vitanina ella styrkina at standa ímóti við.

Lat meg at enda taka málið um tey samkyndu upp til umrøðu. Vit kunnu skjótt blíva samd um, at Guð hevur skapt okkum øll, hóast vit eru ymisk bæði í sinn og í skinn. Men við Guði sum faðir, so eru vit hóast alt systkin. Og vit vita, at vit sum kristin skulu trúgva og vísa næstakærleika. Nú er tað so, at nøkur eru kynsliga øðrvísi sett saman enn fjøldin. Tey eru sett saman soleiðis, at vit kunnu siga, at tey kynsliga sæð eru í skeivum kroppi. Hví Guð hevur skapt tey á tann hátt, er ikki gott at vita. Men vit vita tó, at vit skulu vísa teimum næstakærleika, soleiðis sum øllum øðrum skapningum. Hesi samkyndu eiga als ongan lut í, at tey eru skapt øðrísi enn onnur. Tey hava gjøgnum tíðirnar verið háða, spotta, niðurgjørd og forfylgd. Hetta er sjálvandi ikki Guðs vilji. Hann vil nemliga tað mótsatta, at vit skulu vera góð við og hjálpa teimum á besta hátt, so tey verða javntstillaði við okkum onnur. Er tað ov nógv at biðja um?

Við bestu kvøðum til øll

Dagfinnur Danbjørg.