Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jan Ottosen

Føroyskir hondbóltsleikarar eru stríðskvinnur og stríðsmenn

HSF: Vit fara her á heimasíðuni javnan at lata hondbóltsprofilar koma til orðanna. Fyrstur í røðini er Jan Ottosen.

Eg eri føddur 7. januar 1977 í Aarhus, Danmark og vaks upp í Nors, ein lítil býur millum Thisted og Hanstholm við 1400 fólkum. Eg veit ikki, hvussu gamal eg var, tá ið eg byrjaði at spæla hondbólt, men fyrstu ferð eg kom á lið, var eg 12 ár, vinmenninir bóðu meg fyri at teir kundu manna lið. Fyrsta hondbóltsfelagið, eg var í, var Nors BK, eitt lítið felag, sum hevur fótbólt um summarið og hondbólt um veturin. Fleiri av leikarunum leiktu á báðum liðunum. Sum unglingi spældi eg við Thisted IK og sum vaksin við Thisted, Nors BK, Team Nors/Hanstholm, HF Mors (nu Mors-Thy Håndbold), Thyborøn, IF Nordthy, Løgstør HK og nu KÍF. Um mína hondbóltskarrieru er at siga, at hon hevur verið merkt av skaðum. Men unglingaárini vóru spennandi, tí vit í eini 4 ár vóru millum bestu lið í Danmark. Liðini, eg havi spælt við sum vaksin, hava verið millum serie 1 og upp til 1. división.

Fyrstu ferð eg var venjari, var eg 14 ár – tað var fyri liðinum, sum lítlibeiggi mín spældi við á. Seinni havi eg tikið venjaraútbúgving og havi higartil tikið “divisións modulini og test skeiðið í venjaraskipanini hjá DHF. Komandi summar skal eg taka test-skeiðið. Harafturat eri eg útbúgvin instruktør og kann tí standa fyri útbúgving av venjarum.

Øll, sum fáast við hondbólt hava dreymar og sjálvandi havi eg eisini mínar, t.d. at vera landsvenjari hjá einum liði til endaspæl í EM, VM ella til OL. Og júst nú er ein av mínum gomlu vinum – og floksfelagi í ungdómsárunum – venjari hjá týska landsliðnum, sum spælir í VM i Brasilia. Hetta má vera ein stór uppliving. Um eg hyggi upp á meg sjálvan, so fegnist eg um góðu gongdina hjá KÍF í ár og arbeiði at menna spælararnar enn meira, soleiðis at teir eru so væl fyri sum møguligt og kunnu vera við í toppinum av føroysku kappingini í mong ár.

Eg haldi, at føroyskur hondbóltur er í spennandi menning í løtuni, tað eru nógv ung talent, sum standa klár, og flestu av hesum hava eitt “stríðsinstinkt”, sum eg kann siga er saknað í Danmark. Tað er ein sonn frøi at eygleiða ágrýtnið hjá teimum ungu her. Tekniskt sæð vantar nakað, men sum nevnt, berjast tit meira fyri tað her. Og hesin viljin er tað týdningarmesta fyri ein hondbóltsspælara. So tað kann vera eitt sera gott ískoyti, at leikarar verða sendir til Danmarkar at fáa fínpussað tað tekniska. Og so kunnu teir læra frá sær, tá ið teir koma heimaftur. Tað hevur jú víst seg, at føroyskir leikarar saktans kunnu vera við í Danmark, nýliga hevur Johan P Hansen jú debuterað í donsku mansligaini fyri Skanderborg. Tað vísur jú bara, at um ungu spælararnir her veruliga vilja tað, so ber tað væl til.

Um dómaraviðurskiftini í Føroyum vil eg siga, at tað er fantastiskt, at vit her hava eitt altjóða par – og tað gongst teimum rættiliga væl, tá ið teir eru úti og døma. Men tað viðførir so sjálvandi, at tað er eitt hol eftir her heima, tá ið teir fara avstað, tí vit hava ikki so nógv pør í Føroyum. Tað er jú eisini munur á, hvussu pørini døma,, men tað skal sigast, at hvørt parið hevur eina fína linju í tí, sum dømt verður í gjøgnum allar dystirnar, sum dømdir verða. So tað er umráðandi, at man sum venjari veit, hvør fer at døma, soleiðis at til ber at rætta seg inn eftir linjuni?

Skal dómarastøðið betrast, mugu dómararnir fáa fleiri dystir at døma. Ein møguleiki kundi verið ein útveksling millum dómarar í Danmark – ella í øðrum londum – eina viku í senn, har teir sleppa at døma eina rúgvu av dystum, sum verða eygleiddir. Eg veit, at tað kostar pening, men hetta hevði verið sera gott og hevði eisini verið ein gularót at arbeitt fram í móti og kundi verið við til, at fleiri vildu verið dómarar. Eitt annað, sum eg eisini haldi kundi verið eitt gott hugskot, vildi verð at sent dómarapørini til t.d. Partille Cup í Göteborg í Svøríki ella til Dronninglund Cup í Danmark, har pørini upp á 14 dagar kundu dømt 40-50 dystir og fingið royndir, sum tað tekur 2-3 ár at fáa her í Føroyum. Hetta hevur sjálvandi sín prís, men her haldi eg, at HSF skuldi farið inn og hjálpt til á sama hátt, sum tá ið landslið verða send avstað. Tað ræður jú eisini um at fáa dómarar avstað, so teir kunnu læra og fáa fleiri royndir.

Um føroyskur hondbóltur skal gera seg galdandi í altjóða høpi, snýr tað seg fyrst og fremst um at menna teir ungu spælararnar. Vit hava ótrúliga nógvar dugnaligar leikarar í Føroyum. Og um tú sum venjari skal kunna halda fram at menna teir ungu leikararnar, so er tað eisini umráðandi, at venjararnir menna seg. So venjaraútbúgving er týdningarmikil og í so máta mugu vit siga, at HSF enn ikki hevur megnað at koma fram við einum nóg góðum og ítøkiligum tilboði. Eg havi tosað við stjóran fyri donsku venjaramenningini og hann sigur, at um HSF kemur inn í SJENG avtaluna fyri hondbólt, kann Føroyar fáa loyvi at nýta donsku skipanina og tilfarið upp til divisións modulini, sum venjarar so skulu til Danmarkar at fáa – og tað sum er longri uppi. Danska venjaraskipanin er í løtuni hin besta í heiminum, og Danmark er tað land, sum hevur útbúgvið flestu EHF Mastercoaches, m.a. hevur okkara egni Dia Midjord tað heitið.

Tað er umráðandi, at tú sum venjari eisini ert í støðugari menning, tí spælið mennir seg alla tíðina. So tað er neyðugt at fáa vitanina dagførda fyri at kunna menna leikararnar og harvið fáa at skapa sær fyrimunir, soleiðis at tað ber til at gera seg galdandi í altjóða høpi. Nú hava fleiri av teimum ungu leikarunum víst, at tað ber væl til. Genturnar hjá Neistanum vunnu í fjør Partille Cup, sum er heimsins størsta hondbóltskapping. Dreingirnir hjá Kyndli fingu eitt flott nr. 2 í Barcelona í summar. Tey 4 unglingaliðini fingu framúrskarandi góð úrslit í Danmark í summar og heyst. Og U23 landsliðið skal til Serbia á januar at spæla Challenge Trophy finalu meðan EURO EHF 2012 ferð fram. So tey ungu hava veruliga víst okkum vegin og nú skulu vit sum venjarar bara kunna vísa teimum enn longur fram. Kunnu vit fáa tað upp á beinini, er møguleiki fyri í framtíðini, at Føroyar kunnu gera seg galdandi altjóða og møguliga sleppa við í eitt endaspæl. Ísland er við hvørja ferð, so hví ikki Føroyar?

Samanumtikið haldi eg, at fyri at vit kunnu skapa enn og betri menning av øllum okkara ungu talentum, mugu vit avskaffa heilárs FM fyri øll ungdómslið. Tað er betri um FM og steypakappingarnar verða avgreiddar yvir nøkur vikuskifti og lata restina av sesongini og byrjanina av sesongini vera eina rúgvu av venjingardystum, sum HSF sjálvandi skal fyriskipa. So fáa allir leikarar loyvi at spæla, skaddir leikarar kunnu fáa neyðugu hvíldina fyri at gerast ordiliga klárir aftur. Og menningin av øllum leikarum fer at verða breiðari. Og jú breiðari breidd, jú sterkari elitu. Tað er eisini umráðandi, at tey ungu fáa meira venjingartíð, so fleiri hallir høvdu verið ein fyrimunur. Eisini hevði tað veri gott at brúkt hallirnar um summarið at venja hondbólt í og møguliga at hava tiltøk í summarperioduni, t.d Beach-handball, street handball, hondbóltsskúlar og summarkappingar. So at hondbóltur verður ein heilársítrótt. Tað er jú ein trupulleiki, at tú sum venjari skal nýta tær fyrstu 8-10 venjingarnar at fríska upp aftur tað, sum lært varð seinast. Vil man upp í elituna á altjóða støði, so snýr tað seg um at venja. Viðvíkjandi liðítrótti snýr tað seg um at venja 6-8.000 tímar yvir eitt 10 ára skeið og helst tá ið man er í menningaraldri, sum persónur. Umroknar man tað lægra talið til tímar um vikuna, verður tað til 11,5 tímar alt árið runt. Og tað eru ikki nógv, sum koma upp á tað.

So, skapa vit møguleikarnar fyri tey ungu, eri eg fullvísur í, at tey taka í móti teimum. Okkara ungu eru stríðskvinnur og stríðsmenn, vit skulu bara geva teimum nakað at berjast ímóti

(Umsett úr donskum JK, mynd JK)