Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heðin Mortensen, borgarstjóri, saman við Børn Kalsø, mentamálaráðharra, og Jógvan Sørin Hansen, stjóra á Tórshavnar Kvøldskúla, til prógvhandan á Reinsarínum.

Føroyskt fyri allar útlendingar í Føroyum

Áhugaverd grein á in.fo tann 28. juni 2015, har ein útlendsk kvinna, sum er flutt til Føroya og hevur fingið familju her, greiðir frá sínum møguleikum at sleppa inn á føroyska arbeiðsmarknaðin. Høvuðsforðing hennara er, at "tað gongst so striltið at sleppa at læra seg føroyskt!" 

Hon greiðir frá, at "tað hevur ikki borið til at fáa góða frálæru í føroyskum" og at skipanin ikki er nøktandi, tí vantandi frálæra í føroyskum er ein beinleiðis forðing fyri atgongd hennara og annara til arbeiðsmarknaðin.

Tað, sum eg serliga hefti meg við í hesum sambandi er, at hon hevur havt møguleika at læra føroyskt á kvøldskúla í Klaksvíkar kommunu, "men støðið hevur verið ov lágt og tískil hjálpir tað ikki henni!"

Síðan greiðir hon frá, at "útlendingar, sum búgva í Havn, hava fingið betri undirvísing á hægri støði, enn vit hava fingið í Norðoyggjum", tí metir hon, at mismunur verður gjørdur á fólki í Føroyum.

Kvøldskúlin fyri øll
Tað er púra rætt, at ov lítið er gjørt fyri at skúla útlendingar, so teir sum skjótast sleppa inn á arbeiðsmarknaðin og í mestan mun fáa arbeiði, ið svara til teirra útbúgvingar og royndir. Men í einum gevandi samstarvi millum Tórshavnar Kvøldskúla, ALS, Tórshavnar kommunu og Mentamálaráðið, hevur borið til at veita eina útbúgving, sum er í skjótari menning.

Fyrstu næmingarnir fingu prógv í mars í ár, og longu í farnu viku handaðu vit prógvini til næsta flokkin. Og eftir ætlan verður upptøkuroynd í heyst til eitt framhaldsskeið uppá 400 tímar.

Fyri mær er ongin ivi um, at Føroya størsti skúli er tann best skikkaði til hesa frálæru. Við fleiri enn 135 lærarum, góðum royndum og góðum umstøðum, so hevur hepnast Kvøldskúlanum at taka hond um eina rúgvu av okkara nýggju borgarum, harav mong eisini aftur og aftur hava sýnt gleði og nøgdsemi fyri hetta høvið. 


Eg kenni ikki til undirvísingarstøðið í Klaksvík og fari tí ikki at úttala meg um tað. Men eg kann ikki endurtaka nóg ofta, at okkara Kvøldskúli er ikki bert fyri havnarborgarar. Øll royndarfyrireikandi undirvísing, undirvísing í føroyskum máli og mentan og fremmandamáli, er fyri øll. Kvøldskúlin er í hesum høpi ikki ein lokalskúli í Havn, tí 5,5% (137) av næmingunum koma frá øðrum kommunum. 

Vert er eisini at nevna, at undirvísingin - eisini komandi framhaldstilboðið - er skipað soleiðis, at til ber at koma til Havnar um morgunin og heimaftur tíðliga seinnapartin.

Lykilin til samfelagið
Við royndunum hjá Kvøldskúlanum hava vit staðfest, at okkara mál er lykilin til okkara mentan, og kunnleiki til mentanina er lykilin til samfelagið. Hetta staðfesta næmingar í stórum tali. Dyr verða latnar upp fyri næmingunum, sum í størri mun fáa brúkt sínar útbúgvingar og í størri mun kenna hetta at hoyra til og vera partur av eini heild.

Vert er at nevna, at komandi kvøldskúlaár eru fleiri spennandi skeið, har tilflytarar undirvísa.
Tórshavnar kommuna hevur eisini skipað so fyri, at Kvøldskúlin hevur kunnað leiga Pæsastovu, sum nú stendur ístandgjørd og hugnalig. Útlendsku næmingarnir kunnu so í samráð við Kvøldskúlan gera brúk av hesum tilboði, sum økir sosialu samveruna og lættir um og ger gerandisdagin hugaligari.

So fyri at taka samanum, so eru hesi skeiðini hjá Kvøldskúlanum í høvuðsstaðnum galdandi fyri øll, og næmingar úr øllum landinum eru so hjartaliga vælkomnir til Havnar.

Heðin Mortensen
Borgarstjóri