Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyskt ment app rokkið hálva millión á crowdfunding

Threedeemee appin, ið er undir menning, fer at gera tað gjørligt hjá fólki at royna klæðir beinleiðis á nethandlum á sínari egnu telefon ella teldu.

Tríggir Hovíkingar, Pætur Mortensen, Atli Joensen og Jákup Martin Vandsdal eiga felagið, ið hevur uppfunnið tøknina, ið ger hetta møguligt. 

Appin brúkar kameraið á telefonini til at fáa mátini hjá brúkaranum við einum neyvleika innanfyri ein millimetur, og skapar síðani ein 3D "avatar", ið kann brúkast til at royna klæðir og tilhoyr á nethandlum og móta heimasíðum.

Í teirra royndum at fylgja øðrum ídnaðum á netið, hevur mótaheimurin verið serliga plágaður av ikki at kunna bjóða eitt royndarrúm á teirra nethandlum. Hetta hevur ført við sær, at klæðir verða send retur í nógv størri mun enn aðrar vørur. Eisini hevur tað verið torført at fáa fólk at keypa klæðir á netinum í fyrsta sinni, síðani tey ikki hava møguleikan at royna tey áðrenn tey verða keypt. 

Við at vera tey fyrstu at loysa hendan trupulleikan, hava mennarirnir stórslignar ætlanir um at staðfesta seg á einum marknaði, sum er verdur yvir 10 Billiónir DKK.

Verkætlanin er júst almannagjørd á bólkafíggingar platforminum Crowdcube.com, eftir at hava reist 50,000 Pund privat. Málið er at náa 250,000 Pund - ella næstan 2,5 mió DKK - innan 30 dagar.

Nærri upplýsingar um verkætlanina og møguleiki at ogna sær partabrøv í felagnum fæst við at vitja crowdfunding síðuna: www.crowdcube.com/threedeemee


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=yCAqcEDpRq0]