Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyskur ungdómur altjóða møguleikar í Ríkisfelagsskapinum

Okkara ungdómur og føroyskar umboðsstovur

Føroyski ungdómurin hevur óavmarkaðar møguleikar at velja útbúgvingar í Danmark, sum eru á altjóða støði og sum kunnu tæna okkara samfelag, tá og um tey ungu venda aftur til Føroya. 

Harafturat fáa tey lesandi fíggjarligan stuðul (SU), sum gevur teimum góðar liviumstøður og sum er við til at skapa trivna. 

Ein sera spennandi møguleiki er at skapa møguleikar fyri, at okkara ungu eisini kunnu fáa sær innlit og fakiligar og sosialar førleikar í sambandi við altjóða samskifti og samstarv.

Hvat vil Sambandsflokkurin á Fólkatingi?
Fyri føroyska ungdómin kundi ein partur av menningini verði at fingi møguleikar at vitja og starvast á okkara umboðsstovum í Danmark, Íslandi, Russlandi og Onglandi. 

Hetta hevur við sær, at føroyskur ungdómur fær nakrar fakiligar avbjóðingar o.a., sum kann tæna okkara landið í sambandi við altjóða samskifti og samstarv. 

Lat okkum gera tað spennandi at verða føroyskur ungdómur, gera tað attraktivt at starvast í Føroyum við altjóða royndum og starvast í Føroyum við tilknýti til útheimin. Hetta kann eitt uppihald á føroyskari umboðsstovu gera til veruleika.

Hetta er upplagt eitt mál, sum eitt nýtt umboð frá Sambandsflokkinum á Fólkatingi, kundi arbeitt við og fingi politiska undirtøku fyri.

Kaj Leo Holm Johannesen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin