Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyskur uttanríkispolitikkur: Nýggja stjórnin heldur somu kós

Í røðu síni á fólkatingi 5. desember segði Sjúrður Skaale soleiðis: 
"Vit hava nú ta sonevndu DFG-skipanina sum merkir, at har Danmark ikki er umboðað, kunnu Føroyar ella Grønland ella Føroyar OG Grønland í felag umboða Kongaríki. 

Tíðindaskriv frá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi 

Skipanin byggir á hugsanina um, at Danmarkar Ríki er eitt eindarríki, sum ikki kann býtast sundur, og tí bert kann hava eina meining og eina atkvøðu í altjóða viðurskiftum. 

Hvørja ferð nýggir politikarar koma inn á skrivstovurnar í forsætismálaráðnum og uttanríkisráðnum, leggur embætisverkið hesa hugsan fyri teir - og so halda teir seg til hana í orð og gerð. 

Trupulleikin er, at hesin politikkur byggir á eina formalismu, sum er langt burtur frá veruleikanum." 

Javnaðarflokkurin hevur sett nýggja uttanríkisráðharranum fleiri spurningar um m.a. hetta - og tað gongur sjón fyri søgn: Svarini vísa, at hann hevur adopterað somu hugsan, sum undanmaðurin. 

Hetta er spell. Ikki bara tí tað er kann skapa trupulleikar millum Føroyar og Grønland, sum verða tvingað at tosa við somu rødd, hóast tey sjálvandi ikki altíð verða samd um alt, men eisini tí tað í longdini kann skapa trupulleikar millum Føroyar og Danmark. 

Hetta er tí ein spurningur, sum tað verður arbeitt víðari við. 

Hinvegin fegnast Javnaðarflokkurin um tilsøgnina um samstarv millum Danmark og Føroyar í sambandi við tær avbjóðingar, sum Brexit fer at hava við sær. 

Svarini frá uttanríkisráðharranum eru hjáløgd 


Svar på spm S 362.docx

Svar på spm S 361.docx

Svar på spørgsmål S 358 (002).docx

Svar på spm S 363.docx