Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ljósmyndari: Geirix (Ásgeir Ásgeirsson).

Forseti Íslands, Guðni Th. Jóhannesson, tók ímóti

Forseti Íslands, Guðni Th. Jóhannesson, tók ímóti føroyskum gestum og vertum teirra á Bessastöðum á middegi seinasta leygardag. Millum gestirnar vóru umboð fyri føroysku stjórnina, Reyða Kross í Føroyum og í Íslandi, Landsfelagið fyri Bjargingarfeløgini í Føroyum og Slysavarnarfélagið Landsbjörg.

Høvið var handanin av tí, ið varð innsavnað í „Føroyainnsavning16“, ið fram fór dagin fyri. 

Innsavningin fór fram millum vinir á Facebook-síðuni „Færeyingar og íslendingar eru frændur“, aftaná ódnina, ið herjaði á Føroyar á jólum. Í alt savnaðust knapt 5,8 mió. ISK, ið verða nýttar til at stuðla bjargingarfeløgunum í Føroyum.

Vit, ið varða av „Føroyainnsavning16“, takka serstakliga sendimanni Føroya í Íslandi, Petur Petersen og hansara hjálparfólki, Elsbu Dánjalsdóttur, fyri at hjálpa til við at gera ein so hóskandi karm um handanina, sum gjørligt. Vit takka eisini Guðlaugi Þór Þórðarsyni, uttanríkisráðharra og Guðna Th. Jóhannessyni, forseta Íslands, fyri teirra luttøku.

Uttanríkisráðharrin var við til handanina og helt røðu, har hann legði dent á, hvussu umráðandi tað var at halda góða sambandið við føroyingar. Hann vísti eisini á, at um sambandið millum allar heimsins tjóðir var eins gott, sum tað er millum føroyingar og íslendingar, so vóru góðar friðarvónir fyri jørðina.

Forseti Íslands var upptikin, tá handanin fór fram, men beyð í staðin føroysku gestunum og teirra vertum til kaffihugna á Bessastöðum dagin eftir, har hann talaði til samkomuna og treiv millum annað í íslendska Eddukvæðið „Hávamál“ fyri at undirstrika grundarlagið í vinalagnum og hvussu týdningarmikið tað er.

Umframt omanfyri nevndu, ynskja vit at bera fram takksemi til Atlantic Airways, ið stuðlaði føroysku gestunum við ferðaseðlum og Centerhotel Plaza í Reykjavík, ið gav teimum gistingina. Tað eru tó mong, sum eiga tøkk uppiborna fyri teirra íkast til innsavningina, men vit vilja at enda nýta høvið og takka Grant Thornton grannskoðan og Theodór S. Sigurbergssyni, løggildigum grannskoðara, Ásgeir Ásgeirssyni, myndamanni og Atla Rúnari Halldórssyni, blaðmanni, fyri teirra ókeypis arbeiði.

Vegna Føroyainnsavning16

Addy Steinarrs
Rakel Sigurgeirsdóttir

Attach file – Ljósmyndari: Geirix (Ásgeir Ásgeirsson).