Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Forskúlanámsfrøðingar í verkfall

Føroya Pedagogfelag boðaði fríggjadagin 23.mai frá arbeiðssteðgi á øllum forskúlum landsins at byrja á midnátt sunnudagin 17. august, tá summarfrítíðin er av. Orsøkin er, at samráðingarnar við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið um lønaravtalu fyri námsfrøðingarnar á forskúlunum eru endaðar uttan semju.

Skrivað hevur: Ingolf S. Olsen - PRESS

Maud Wang Hansen vónar, at KAF fer at fylgja forskúlakunngerðini, sum javnsetir arbeiðið hjá námsfrøðingum og lærarum í forskúlunum, og at KAF fer at taka avgerð um hetta, áðrenn summarfrítíðn er av, so arbeiðssteðgurin kann avlýsast.

5. mai setti Føroya Pedagogfelag limum sínum forboð fyri at søkja arbeiði í landsins forskúlum eftir summarfrítíðina, tí ongin avtala fekst við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, um flokking av størvunum.

Í dag er Pedagogfelagið so farið eitt stig longur og hevur lýst arbeiðssteðg fyri námsfrøðingarnar á forskúlunum frá á midnátt sunnudagin 17. august 2014 at rokna. Tá er summarfrítíðini í skúlunum av.

Einasti møguleiki

Blokadan, sum byrjaði 5. mai, fevndi bert um námsfrøðingar, sum ætla at søkja starv í forskúlunum, meðan arbeiðssteðgurin sjálvsagt eisini umfatar teir námsfrøðingar, sum longu eru í starvi har.

“Vit mugu taka hetta stigið, tí vit koma ikki longur í samráðingunum við KAF. Tær endaðu 20. mai uttan at semja var fingin, og vit kunnu ikki sum fakfelag góðtaka at fara inn í eitt nýtt skúlaár, har ongin lønaravtala er fyri okkara limir í forskúlunum, og har teir, sum støðan er nú, eru fyri lønarligum vanbýti í mun til hini starvsfólkini”, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag.

Hon leggur dent á, at stríðið við KAF um námsfrøðingarnar í forskúlunum útilokandi er ein lønartræta millum fakfelag og arbeiðsgevara og als onki hevur við pedagogiskt fakligu atfinningarnar at gera, sum Føroya Pedagofelag hevur verið frammi við í sambandi við sjálva stovnsetanina av forskúlunum og forskúlakunngerðina frá í fjør summar.

“Vit hava havt og hava enn bara eitt grundleggjandi krav í hesum málinum, og tað er, at bara ein lønartalva er fyri øll starvsfólkini í forskúlunum, tá leiðararnir eru undantiknir. Í øllum fyrireikingunum til forskúlarnar er tað ferð eftir ferð sligið fast frá Mentamálaráðsins síðu, at námsfrøðingar og lærarar í felag og á jøvnum føti standa fyri virkseminum har, og tað er eisini tað, sum stendur í sjálvari kunngerðini. Tí má lønin eisini vera hin sama hjá øllum”, sigur Maud Wang Hansen.

Væntar samanhald

Hon sigur, at kravið um javnsetta løn hjá námsfrøðingum og lærarum í forskúlunum er eitt óreingiligt krav, og hon ivast ikki í, at lærararnir eisini taka undir við tí. “Kunngerðin javnsetir jú námsfrøðingar og lærarar í teirra arbeiði á forskúlunum, men um lønin verður ymisk, so er ikki torført at ímynda sær, at ónøgd kemur at ráa”, staðfestir forkvinnan í Pedagogfelagnum.

Forskúlarnir vórðu formliga blástemplaðir av Mentamálaráðnum í fjør summar, tá forskúlakunngerðin varð sett í gildi – tað var hon í august 2013, beint fyri skúlaársbyrjan. Tað vil siga, at námsfrøðingarnir í forskúlunum alt hetta skúlaárið hava arbeitt í óflokkaðum størvum.

“Vit hava sjálvsagt alla tíðina viljað fingið skil á hesum í semju við arbeiðsgevaran KAF, og tí avtalaðu vit við tey, at vit kundu brúka sáttmálan fyri námsfrøðingar í dagstovnum hetta skúlaárið, meðan tingast var um eina lønartalvu. Avtalan var, at flokkingin skuldi vera gjørd í seinasta lagi 1. mai í ár. Tað var hon ikki, men vit samráddust víðari, til vit týsdagin máttu staðfesta, at vit komu ikki longur”, sigur Maud Wang Hansen.

Javnsett arbeiði

Undir seinastu sáttmálasamráðingunum góðtók Pedagogfelagið – um enn treyðugt – eina fráboðanarskyldu í sambandi við verkfall. Fráboðanarskyldan merkir, at felagið í seinasta lagi 48 tímar undan einum ætlaðum arbeiðssteðgi skrivliga skal boða arbeiðsgevarunum frá hesum.

Hesa fráboðanarskyldu má Pedagogfelagið sigast hava hildið og tað við lít, nú felagið longu 23. mai hevur boðað frá arbeiðssteðgi við gildi frá á midnátt 17. august.

“Ja tað kann kanska tykjast eitt sindur umvent, at vit eru so íðin at halda fráboðanarskylduna, men í hesum førinum er ongin orsøk at drála, tí okkara støða er púra greið og avklárað. Summarfrítíðin er eisini í hondum, og vit vóna sjálvsagt, at KAF tekur avgerð um at fylgja forskúlakunngerðini, sum í stóran mun varð til eftir trýsti frá kommununum, og sum greitt sigur, at námsfrøðingar og lærarar í felag skulu standa fyri virkseminum í forskúlunum. Og tað merkir, at teir eru javnsettir, eins og og okkara limir á forskúlunum eisini greiða frá at tey eru í mun til arbeiðið, men ikki í mun til løn og arbeiðsumstøður. Nú hevur KAF góða tíð at vissa seg um hesa sannroynd”, sigur Maud Wang Hansen.

---------------

Forkvinnan í Føroya Pedagogfelag leggur serligan dent á fimta stykki í grein 6 í forskúlakunngerðini, tí hetta stykkið púra greitt javnsetir arbeiðið hjá námsfrøðinginum og læraranum í forskúlunum. Forskúlakunngerðini er frá 8. august 2013 og var lýst í Kunngerðarblaðnum 16. august. Í grein 6 stendur soleiðís um skipanina av arbeiðnum í forskúlunum :

§ 6. Forskúlaflokkur kann verða skipaður, tá ið 12 børn eru í flokkinum, og eiga í mesta lagi at vera 24 børn við skúlaársbyrjan, tó kann undantak gerast í smærru skúlunum.

Stk. 2. Tímatalið um vikuna í forskúlaflokki eigur í mesta lagi at vera 24 tímar um vikuna.

Stk. 3. Skipað samstarv skal vera millum lærarar og pedagogar í forskúla, byrjanarundirvísing og frítíðarskúla.

Stk. 4. Í forskúlaflokki skulu starvast bæði lærari og pedagogur.

Stk. 5. Lærarar og pedagogar skulu í felag fyrireika og samskipa virksemið í forskúlanum, so tað verður samanhangur millum læring og leik.

Stk. 6. Skúlin kann lutvíst samskipa undirvísingina í forskúlaflokki, 1. og 2. skúlaári.

-----------

Greinin um verkbannið, sum var lýst 5. mai, sæst her: http://www.pedagogfelag.fo/tidindi/vis-grein/grein/pedagogfelagid-noktar-limum-at-soekja-stoerv-i-forskulunum-201/

Leinki til fráboðanina um arbeiðssteðgin er her niðanfyri: http://www.pedagogfelag.fo/uploads/media/Frabodan_um_verkfall_i_forskulunum.docx