Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Forvitnislig grein um nevtollin komin

30. marts 2012 Á Ólavsøkutingi í 1740 klagaðu fólk um, at ov nógvir skaðafuglur var til skaða fyri veikar ær í lembingartíðini. Tí var ein kongalig resolutión sett í gildi av Christiani VI í november 1741 – kallað nevtollur, ið var galdandi í tíðarskeiðinum 1742-1881.

Allir menn millum 15 og 50 ár skuldu hvørt ár geva sýslumanninum 1 nev av ravni ella 2 nev av kráku, baki ella skúgvi. Øll nevini vóru savnað og brend hvørt ár til Ólavsøku á Krákusteini. Hann, sum ikki kom við nevi, skuldi gjalda bót, í fyrstani virði sum 1 skinn, ið var vert eina dagløn. Havnamenn vóru tó undantiknir, tí teir áttu onga jørð, ið kundi setast í pant. Peningurin, ið kom inn, skuldi brúkast til viðlíkahald av løgtingshúsinum og seinni at gera eina brúgv um Eystaru Vág, rópt Næbbetoldsbroen.

Aftaná 1881 fingu fólk pengar fyri at oyða ravnareiður, ein lóg, ið er galdandi enn í dag (Lóg nr. 34 frá 11. mars 1892), samstundis sum hesi fuglasløg kunnu veiðast alt árið.

At savna umleið 800 nev um árið, sá ikki út til at níva fuglastovnum, men tá fólkatalið øktist, varð veiðutrýstið ov høgt, og teir troyttu fuglastovnarnir minkaðu niður til oyðing, bæði ravnur, kráka, bakur og skúgvur.