Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Frá Exit Føroyar til Fólkavøxtur

Løgmaður bar fram røðu á tiltakinum "Frá Exit Føroyar til fólkavøxtur" á Hotel Føroyum 6. des. 2012.

Fólkið er dýrabærasta tilfeingi hjá eini tjóð.

Eftir fleiri ár við vøkstri, er fólkatalið farið at falla. Seinastu árini er tilflytingin minkað, meðan fráflytingin hevur verið støðug.

Vit skulu tó bara aftur til 2009 fyri at finna árið, tá fólkatalið toppaði. Talan er um eina minking í fólkatalinum á eini 300 fólk. Eitt tal, sum kanska ikki ljóðar av tí nógva. Vit mugu hava í huga, at seinastu árini hava Føroyar verið merktar av búskaparkreppuni, sum rakti heimin í 2008. Vit hava heldur ikki upplivað hópfráflyting, sum vit gjørdu undir kreppuni í 90unum. Og fólkatalið er í dag áleið tað sama, sum tá kreppan byrjaði.

Vit skulu tó taka hesa gongd í størsta álvara. Tí um fólkatalið heldur fram at minka, kemur tað at fáa álvarsligar avleiðingar í framtíðini.

Tað er ikki ov seint at venda gongdini. Landsstýrið er farið undir at gera eina heildarætlan, og ein arbeiðsbólkur er settur við embætisfólki og umboðum fyri Vinnuhúsið og Setri. Ætlanin skal vera liðug 1. apríl.

Málið er at geva boð uppá bæði stutttíðar og langtíðar loysnir fyri, hvussu vit kunnu venda gongdini, so Føroyar verða eitt stað, har fólk støðast og leita aftur til, heldur enn leita frá.

Vit skulu arbeiða fyri, at tey, sum ynskja at verða í Føroyum og nema sær útbúgving, hava møguleika fyri tí.

Vit mugu gera okkara til at betra um bústaðarviðurskiftini og lækka um kostnaðarstøði. Og ikki minst mugu vit skapa tryggar og støðugar karmar fyri verandi og nýggjum vinnum.

Her finst ikki nøkur einføld loysn. Hetta er ikki ein avbjóðing, sum samgongan og tað almenna kann loysa einsamalt. Vit hava øll eina ábyrgd - tað almenna, vinnulívið - hvør einstakur av okkum.

Tí gleðist eg um, at tit báðir – Heri Á Rógvi og Høgni Reistrup hava tikið stig til og ritstjórnað bókina Exit Føroyar, sum viðgerð fólkafráflyting.

Vit hava brúk fyri einum góðum og gevandi kjaki um evnið. Kjak er ein lívæðr í einum samfelag. Eitt gott og munagott kjak flytur mørk og kann flyta eitt samfelag fram á leið.

Eg gleðist eisini nógv um hetta tiltakið, har umboð fyri vinnuna koma við teirra boðum uppá, hvussu vit, sum samfelag, kunnu skapa fólkavøkstur.

Tí ein grundleggjandi fyritreyt fyri fólkavøkstri eru góðir arbeiðsmøguleikar. Og her hevur vinnan ein altavgerandi møguleika at gera sítt. Tí ein meira fjølbroyttur arbeiðsmarknaður er ein avgerandi fortreyt, og bæði vinna og tað almenna kunnu verða betri at gagnnýta know how’ið hjá okkara landsmonnum og -kvinnum, sum búgva uttanlands.

Trivnaður snýr seg tó ikki einans um arbeiðsmøguleikar og vælferðartænastur. Tá alt kemur til alt, snýr eitt gott samfelag seg eisini um eyga sum sær og um virðir, sum ikki kunnu metast í krónum og oyrum.

Vit kunnu øll gera okkara fyri, at Føroyar eru eitt samfelag, har tolsemi, javnstøða og ymiskleiki eru grundarsteinarnir. Eitt samfelag, sum rúmar øllum borgarum, sum ynskja at búleikast her.

Vit búgva ikki her av praktiskum orsøkum. Vit hava valt at liva her, tí vit bera ein tokka til hetta stað. Ein tokki sum ger hesar oyggjar til okkara heim fram um øll onnur pláss og støð í heiminum.

Føroyar eru eitt gott stað at liva í og hava nógv at bjóða teimum, sum vilja seta búgv her. Og ímyndin av og umdømi hjá einum staði eigur sín stóra lut í, um fólk vilja seta búgv har.

Og velja vit at siga og endurtaka fyri okkum sjálvum og øðrum, at Føroyar onki hava at bjóða, so skulu tey nokk trúgva okkum. Fólk leitar hagar, tey halda gott er at vera.

Fólkafráflyting er størsta avbjóðing fyri okkara samfelag, og vit kunnu venda gongdini. Vit kunnu skapa eina blómandi framtíð fyri okkara land.

Gjøgnum tíðirnar hava føroyingar upplivað upp- og niðurgangstíðir. Tó hava vit bygt eitt samfelag, sum telist millum heimsins ríkastu og bestu at liva í. Hetta høvdu vit ikki megnað, um vit ikki høvdu evnini til at tillaga okkum til nýggjar tíðir og fylgja við í menningini í heiminum. Tí vit vilja, eins og onnur undan okkum, skapa eitt gott og trygt heim fyri okkum og eftirkomarar okkara.

Eg veit, at vit sum samfelag vilja og megna at gera tað, sum skal til.

Takk fyri!