Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Frá myndahøggara til teknara

Fríggjadagin 16. avgust kl. 16 letur upp framsýning í STEINPRENTI, Østrøm, við skulpturum og tekningum eftir Hans Paula Olsen. Hans Pauli er fyrst av øllum myndahøggari, sermerktu standmyndir hansara eru at síggja víða hvar um landið, m.a. uttan fyri Listasavnið. Men hann er víða gitin aðrastaðni við, serstakliga í Danmark, har standmyndir hansara, andlitsmyndir og figurbólkar eru at síggja á listasøvnum og øðrum almennum støðum, hann er limur í listamannabólkinum Grønningen og hevur fingið fleiri virðislønir fyri list sína.

Menniskjað er myndevnið, ið ber av øllum. Til framsýningina í Steinprenti hevur Hans Pauli arbeitt við torso, sum myndevni, hugtaki og kveiking. Antikkar myndir – grikskar og rómverskar – eru sum kunnugt mangan at finna meira ella minni í brotum. Torsoin Venus frá Milo, eitt av meistaraverkunum í Louvre, hugtekur okkum, hóast armarnir vóru brotnir av, tá ið hon á sinni varð funnin. Rodin, ið hevur givið tiltikna myndahøggara okkara mangan íblástur, telist millum teirra, ið dugdi at síggja skulpturella virðið í torsoini og skapaði slóðbrótandi verk á hesi leið. Hans Pauli tekur táttin upp, sær nýggjar møguleikar og skapar nýskapandi verk, ið vit kunnu fegnast um á hesi vøkru framsýning.

Tey flestu kenna Hans Paula sum myndahøggara, men nú hava vit eisini høvi til at læra hann at kenna sum teknara. Her er hann tikin úr leikum. Á hesi framsýning kunnu vit gleðast um eina langa røð av eiggiligum modelltekningum.

Bárður Jákupsson

Framsýningin í Steinprenti er opin til 14 septembur . Opið er mánadag - fríggjadag frá kl. 9 - 17 og leygardag frá kl. 14 - 17.