Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heðin Mortensen, borgarstjóri, Tróndur Sigurdsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, og Andrias Berg, stjóri í Spf. Andrias Berg, beint eftir at sáttmálin var undirskrivaður.

Frá pakkhúsi til opið býarrúm

Tað eru 32 ár síðan, at Perlan varð rivin niður. Tað var Andrias Berg, sum við eini Brøyt hjá Guttesen & Staksberg soraði Perluna niður klokkan fimm um morgunin 17. september 1983. Tá var núverandi borgarstjóri, Heðin Mortensen, formaður í mentanarnevndini, Poul Michelsen var borgarstjóri. 

Og tað man helst vera lagnunnar speisemi, at sami Andrias Berg, sum breyt Perluna niður, í dag hevur skrivað sáttmála við Tórshavnar kommunu at standa fyri vegagerð og at byggja nógv umrøddu trappuna á perlugrundini.

Tá fólk í dag tosa um gomlu Perluna, so snýr kjakið seg ógvuliga skjótt um perlukotilettir og jazztónleik. Tað er ilt at ímynda sær, at á hesum pinkalítla tríkantinum við heili fimm ørsmáum matriklum stóðu einaferð bara nøkur neyst, og seinni eini risastór hús í fýra hæddum, sum trónaðu yvir Vágsbotn. Hetta vóru upprunaliga eini stór pakkhús.

Fyrrverandi býararkitekturin, Gunnar Hoydal, segði um gomlu Perluna, at "eingin vinkul var beinur, annar skjøldurin var breiður, hin lágur, rukkupláturnar vóru skoyttar og rustaðar: Hon var eitt skrímsl, men hevði tað yndið, sum roynd og láturmild fólk eiga."

Tað var pápi heiðursborgara okkara, William Heinesen, sum átti Perluna. William hevði sjálvur málað á loftinum, har listamálarin Mikines eitt skiftið eisini helt til.

"Tað er eyðsýnt at Havnin sum frálíður fær eina støðugt meira dámliga útsjónd. Her gera menn mong dygg og rósverd framtøk til gleði og gagn fyri okkum íbúgvar. Vit eldru frøast tá vit síggja, hvussu væl tað ofta eydnast at varðveita vøkur gomul hús og sermerktar býlingar, eitt nú úti í Havn og á Tinganesi. Og eisini mugu vit ásanna, at byggihátturin nú á døgum er almikið vakrari enn í fyrstu helvt av okkara øld, tá ið idealið var "trimpul og kvist" ella deydligir sementblokkar".

Soleiðis skrivaði William Heinesen í 1983 í brævi til Tórshavnar býráð. William fegnaðist stórliga um, at tað gamla og vakra varð varðveitt, og Vágsbotnur stóð hansara hjarta næst. Men í Vágsbotni var nakað, sum skar í eygu hansara. Hann skrivar víðari í sama brævi:

"Ein tann vakrasti býarparturin var altíð Vágsbotnur og er hann tað enn - ella kundi verið tað, um hitt gamla og út av lagi skeiva og avskeplaða pakkhúsið "Perlan" ikki hevði fingið loyvi at standa eftir sum ein kambfjøður í einum annars snotiligum og friðoygdum andliti!"

William helt fram, at pápi hansara hevði átt, men ikki bygt húsið:

"Hann royndi uttan hepni av og á at fríðka við at flokka um uppá teir vilstu gluggarnar. Húsið er so mikið gamalt, at vanlig havnarfólk helst fyri langtsiðan hava gloymt at geva tí ans. Men ferðafólk, ið vitja hendavegin, gerast ofta bilsin, tí her er sanniliga ein borg, sum ongin svakligur vatnaskalli kundi havt hugsað verri upp", skrivaði William víðari.

Og at húsið var brúkt til tónleik hjálpti ikki heldur, tí William segði, at "tað barbariska musikalska óljóðið, sum viðhvørt á náttartíð hvellir út gjøgnum tey rangoygdu vindeyguni, ger ilt verri!"

William rundar av við at skriva, at "hetta skrímsl mátti eitt hampa býráð hildið seg ov gott til at havt til kelivætti. Her man lítið vera at kjakast um. Varð hetta marrukenda húsið tikið niður og t.d. ein "heingjandi urtagarður" gjørdur á helluni aftanfyri, hevði býurin fingið ein nýggjan hugnaligan griðstað og eitt nýtt prýði."

Sama árið, tann 17. september, varð Perlan rivin niður. Og síðan hevur her bert verið ein lítil grønur blettur, sum við jøvnum millumbilum verður umrøddur - serliga, hvørjaferð kjakið hevur verið frammi um vantandi spælistøð í býnum.

Nú flestu tónleikabólkar og stakir tónleikarar hava funnið sær innivist millum tey mongu tilboðini, býurin í dag bjóðar - og tað enntá ber til at keypa perlukotilettir aðrastaðni í býnum - so verða tankarnir um gomlu Perluna melankolsk minnisbrot um ein misháttan og órøktan bygning, sum tó hevði eitt innihald, sum tørvur var á, og sum hevði stóran týdning fyri mong. Valla nakar ynskir sær tó pakkhúsið Perluna aftur.

Í býráðnum hava fólk verið meira ella minni samd við heiðursborgaran um, at Vágsbotnur er nakað heilt serligt. Og tí hevur býráðið viljað gjørt alt fyri at skapa hugna og á annan hátt økja um trivnaðin í økinum. Og hesin tríkanturin frammanfyri Bojsensgarð millum Mylnugøtu og Bryggjubakka hevur støðugt verið frammi í kjakinum.

Í fjør skipaði kommunan so fyri eini stórari arkitektakapping um miðbýin. Síðan hevur verið arbeitt við at raðfesta tey ymsu átøkini, sum býráðið hevur samtykt at gera í sambandi við stóru miðbýarætlanina.

Uppskotið um trappuna í Vágsbotni var partur av uppskotinum hjá Zeta Arkitektum, sum fingu fyrstu virðisløn í arkitektakappingini. Trappan umfatar eitt øki uppá umleið 310 fermetrar og kemur at binda økið frammanfyri Bojsensgarð og torgið í Vágsbotni saman. Trappan verður vakurt skipað við smærri uppihaldsøkjum, umframt trøum og grønum plantum.

Vit kunnu næstan siga, at William fekk sítt ynski uppfylt. Um vit akkurát fáa ein "heingjandi urtagarð", sum William Heinesen ynskti sær, er kanska minni áhugavert, nú allur tann vakri Bojsensgarðurin rennur saman við hesum økinum. Arbeiðið umfatar eisini ymiskt, ið setast kann upp í sambandi við tiltøk, nýggja ljósútgerð og nýggjan belegning frammanfyri Bojsensgarð. Alt økið verður gjørt soleiðis, at fólk við rørslutarni fáa ótarnaða atgongd.

Og ikki at gloyma - vónandi verða ymsu pallarnir á gomlu Perlugrundini eisini í stóran mun brúktir til tónleik! Hetta verður veruleiki longu í summar. Bryggjubakki verður stongdur í hesum tíðarskeiði, og fólk tí mugu fara eftir Húsabrúgv. Á ólavsøku letur alt uppaftur og tá verða ferðsluviðurskiftini eisini munandi betri.

Hóast tað hevur tikið yvir 32 ár - so verður nú endaliga farið frá gamla pakkhúsinum til eitt avbera vakurt býarrúm, sum verður til gleði og gagns fyri allar føroyingar. Trappan verður tikin í nýtslu til átakið Voxbotn 25. juni og alt arbeiðið verður liðugt til ólavsøku.

Á myndini síggjast Heðin Mortensen, borgarstjóri, Tróndur Sigurdsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, og Andrias Berg, stjóri í Spf. Andrias Berg, beint eftir at sáttmálin var undirskrivaður.