Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Frælsi, javnrættindi og møguleikar - fyri alt fólkið í Føroyum

Tíðindaskriv: Flokstingið hjá Tjóðveldi 2013:

Tjóðveldið heldur floksting í Tórshavn, fríggjadagin 5. og leygardagin 6. apríl í Sjónleikarahúsinum.

Árligu flokstingini hjá Tjóðveldi verða hildin eftir tørni í teimum 7 økjunum í landinum. Í fjør var flokstingið í Fámjin, og í 2013 er Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag vertur.

Høvuðsevnið á tinginum verður, hvussu Tjóðveldi skal ganga á odda at savna fólk og flokkar um eina aðra leið fyri Føroyar, enn ta avoyðingarkósina sum sitandi stjórn fremur.

Fríggjakvøldið verður m.a. val av starvsnevnd og aðalstjórn á skránni, umframt viðgerð av innkomnum uppskotum frá limum og feløgum floksins. Fleiri uppskot eru komin inn sum snúgva seg um alt frá stevnumiðum floksins til valfyrireiking og hvussu politiska arbeiðið skal styrkjast í flokkinum.

Fólkaræði ella fámannaveldi

Í formansrøðu síni leygardagin fer Høgni Hoydal, floksformaður, at seta spurningin um fólkaræði ella fámannaveldi í Føroyum.

Hann fer at leggja fram visjónirnar og ítøkiligu ætlanirnar hjá Tjóðveldi fyri at fáa ferð á frælsisstríðið, at betra livikorini og lækka kostnaðarstøðið hjá tí vanliga húsarhaldinum, at seta fíggjarstovnunum krøv, at fáa vend í búskapin og gera okkum óheft av blokkinum, at fremja ein nýggjan og kappingarføran vinnupolitikk, at venda fráflytingini, at gera íløgur í útbúgving og mentan, at leggja um til varandi orku – og at skapa álit, lóg og landaskil í Føroyum.

Síðani verður orðið frítt um formansrøðuna og politisku støðuna og ætlanirnar sum heild.

Gestarøðarar frá fakfeløgum og vinnu

Seinnapartin eru gestir bodnir at leggja upp til framhaldandi orðaskifti um leiðirnar og møguleikarnar í Føroyum.

Fýra umboð fyri fakfeløgini fara í einum pallborði at geva teirra meting av vinnuligu, sosialu og rættindastøðuni hjá fjøldini í Føroyum og at geva teirra boð uppá, hvat er mest átroðkandi at gera til tess at venda gongdini.

Umboðini vera: Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum, Óluva í Gong, Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ,Sonja J. Jógvansdóttir, fyri Samtak og Auðun Konráðsson, Meginfelag Utróðrarmanna

Og seinni fer stjórin í endurstovnaða Ferðaráði Føroya, Guðrið Højgaard, at leggja fram visjónirnar ætlanirnar og møguleikarnar at menna ferðavinnuna sum týðandi súlu undir føroyska búskapinum.

Eftir hetta heldur orðaskiftið fram. Flokstingið endar við samtyktum um politisku leiðina og átøkini. Og um kvøldið verður veitsla fyri øll tjóðveldishugað.** Flokstingið er opið fyri fjølmiðlum og fyri almenningin. Allir limir hava talurætt og uppskotsrætt, og til ber at tekna seg sum lim á staðnum.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Tjóðveldi