Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Frælsisneisti í 100 ár!

Í dag hevði Erlendur Patursson verið 100 ár, um hann framvegis var okkara millum. Eingin hevur í nýggjari tíð verið so bjartur viti á leiðini móti frælsa landinum Føroyar, sum Erlendur. Hann var, og er framvegis, ímyndin av hugsjónini um at í Føroyum skulu føroyingar ráða.

At landið er okkara, at ábyrgdin at gagnnýta møguleikarnar á vøkru oyggjum er okkara, og at skyldan at mynda framtíðina hjá komandi ættarliðnum av føroyingum býr í føroyskum barmi. Tað er leiðin móti framburði.

Erlendur var javnan á gátt hjá okkum á Reynatúgvu. Pápi mín, sum var 5 ár yngri, stillaði upp saman við Erlendi, fyri Tjóðveldisflokkin í Sandoynni. Onkuntíð var stutt millum teir, men Erlendur dróg longra stráið, og var valdur í Sandoyar Valdømi, til hann valdi at stilla upp í Suðurstreymoy. Vinarbondini teirra milllum hildu til deyðin skilti gøturnar.

Tjóðarfrælsi Føroyinga og viðurskiftini hjá fiskimannafamiljuni, eru millum fremstu varðar sum Erlendur hevur sett eftir seg á politiska vígvøllinum. Útflytingin av fiskimarkinum er ein virðiligur varði eftir Erlend, og Norðurlandahúsið somuleiðis. Einki er kortini týdningarmiklari enn støðuga arbeiðið at sáa treysti, árræði og vitan í føroyska fólkið, sum Erlendur so hegnisliga megnaði, hóast stríðið mangan man hava verið einsligt og køvandi.

Frælsisneistin livir enn í Føroyum, og kenni eg meg hepnan at vera partur av sterka frælsisliðnum. Tí liði, sum uttan mun til ágang og brotasjógvar, stevnir móti sjálvsagda málinum, at skipa Føroyar sum okkara land, og okkara ábyrgd.

Ein dag, og hann er ikki fjarur, útinna vit verkið, sum Erlendur og hansara lið gróðursettu í føroyska fólkinum. Tí í hjørtum okkara býr frælsið.

Páll á Reynatúgvu