Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Frændur

- er ikki bara eitt navn, men ein samfelagsligur boðskapur!

Eg vil, fyrst av øllum, ynskja bólkinum eitt stórt til lukku við teimum 30 árunum!

Tað varð nevnt í onkrari sending, at bólkurin vaks út úr ungdómslívinum í Klaksvík og var boðskapurin ikki at taka feil av, tí teir sóu seg at kunna verða ein rødd fyri frælsi og friði.

Ongin ivi er um, at kaldligu viðurskiftini millum eystur og vestur vóru ein hóttan móti heimsfriðinum og var tað ein av sentralu spurningunum, sum hesir ungu menninir vildu seta orð á – umvegis tónleikin.

Teir hava eisini vilja víst á tjóðskaparliga frælsið, sum lá teimum á hjartað og eisini er ein reyður tráður gjøgnum teirra tónleikaligu lívsleið.

Tað, sum eg minnist best var, at teir onkursvegna skrivaðu sera rámandi tekstir, sum ein so kundi taka undir við ella lata vera.

Fyri mær var tónleikurin fólksligur og vildu teir fegnir bera sín boðskap út til fólkið á ein hátt, har ein eisini varð settur í støðuna at velja millum loysing ella samband.

Eg eri ikki sørt bergtikin av hesum slagnum av vilja, uttan at eg skal koma inn á mína egnu sannføring, tí hetta við at tú fær hesa samrenningina millum tónleikalistina og ynski um at fáa boðskapin út til fólkið, er fyri mær ein so sera heilstoypt eind, sum Frændur hava megnað til eitt UG!

Fleiri kunnu gera sær sína meining um bæði hetta og hatta, men eg eri sannførdur um, at teirra ynski altíð hevur verið, at fáa eitt ávíst kjak um viðurskiftini í samfelagnum.

Tað eru sjálvandi eisini onnur løg, sum vit kunnu kalla fólkaogn, men frælsið og strembanini eftir friði, er tað eg minnist teir mest fyri.

Eg havi verið inni á Steintóri um dagarnar og kann ikki lata vera við at nevna tað aftur, at í honum býr eitt ella annað unikt, sum vit allir føroyingar skulu seta høgt og hava stóra virðing fyri.

Vit hava so eisini beiggjarnar Rana og Eyðun, sum eru tveir fantastiskir tónleikarar og minnist eg væl tíðina, tá teir komu á pall og lótu guitararnar og sangin ljóma.

Teir hava allir sera góðar røddir og hava dugað væl at fáa sett hesar saman, so vit kunnu seta okkum væl afturá og leggja oyrað til – gott!

Tað kann gott vera at onkur heldur, at teir hava havt sína stórheitstíð, men fyri mær er Frændur bæði eitt samtíðar- og framtíðarligt projekt, um ein kann siga so, tí er tað nakað eitt samfelag hevur brúk fyri, er tað júst hetta við kjaki og vilja, sum teir sanniliga eru eksponentar ella talsmenn fyri.

Fríðálvur A. Jensen


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=_BENFDsigU4]


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=ODM7tVsDM9o]