Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fráfaringar aldur, frælsi undir trýsti, og við Als aftur til arbeiðis...

Nýtt frá Starvsmannafelagnum: Starvsblaðið, nr. 1 - februar 2014, er komið. Úr blaðnum hesaferð:

Ymiskur fráfaringaraldur hjá tí almenna

Fólkapensjónsaldurin í Føroyum er 67 ár, men almennu arbeiðsplássini hava ógvuliga ymiskan praksis fyri hvussu leingi starvsfólk sleppa at arbeiða. Meðan landið vil hava fólk at arbeiða til tey eru 70 ella eldri senda flestu kommunurnar fólk til hús longu tá tey eru 67 ár. Undrunarvert, men neyvan ólógligt, heldur advokatur. Lesið greining um fráfaringaraldur á almenna føroyska arbeiðsmarknaðinum, har eldri starvsfólk eisini siga sína hugsan um misjøvnu støðuna á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Frælsa fakfelagsskipanin undir trýsti

26 av 29 statum í Evropa hava í dag í størri ella minni mun eina lógarásetta minstulønarskipan. Samstundis hevur ES-dómstólurin kjølfest ein dómspraksis, sum skerjir rættindini hjá fakfeløgunum at fremja stríðsstig. Lesið stóra samrøðu við Knut Roger Andersen, aðalskrivara í norðurlendska fakfelagsnum hjá kommunalt settum, Nordisk Tjenestemandsråd, um avbjóðingarnar, sum frælsa norðurlendska fakfelagsskipanin stendur fyri í dag.

Við ALS aftur til arbeiðis

Starvsvenjing, førleikamenning, vikarskipan, ólønt arbeiði. Hetta eru heitini á nøkrum av teimum tiltøkum, sum Arbeiðsloysisskipanin hevur sett í verk til tess at fáa tey arbeiðsleysu út aftur á arbeiðsmarknaðin. Í Starvsblaðnum hesaferð greina vit nøkur av tilboðunum, sum ALS hevur sett í verk og hvussu tey hava virkað.

Lesið meira í Starvsblaðnum, sum kann takast niður á heimasíðuni hjá Starvsmannafelagnum www.starvsmannafelag.fo