Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Frágreiðing um landsins keyp av vørum og tænastum

Dan Klein --- 14.09.2017 - 10:00

Sambært § 14, stk. 1, í Ll. nr 25 frá 21. apríl 1999 “um grannskoðan av landsroknskapinum v.m.” kunnu løgtingsgrannskoðararnir áleggja grannskoðanini at gera frágreiðingar um viðurskifti, ið løgtingsgrannskoðararnir vilja hava lýst. 

 Løgtingsgrannskoðararnir hava heitt á Landsgrannskoðanina um at kanna, um keyp av vørum og tænastum hjá landinum, sum koma undir játtanarslagi “rakstrarjáttan” í løgtingslóg um landsins játtanarskipan, verða gjørd sambært rundskrivinum um “keyp av vørum og tænastum”, sum Fíggjarmálaráðið gav út fyrstu ferð í oktober 2013. 

 Landsgrannskoðanin hevur í juni 2017 latið løgtingsgrannskoðarunum hjálagdu frágreiðing. Vísandi til § 18 í grannskoðanarlógini lata løgtingsgrannskoðararnir við hesum Løgtinginum frágreiðingina saman við sínum viðmerkingum. 

 Viðmerkingar frá løgtingsgrannskoðarunum Í frágreiðingini frá Landsgrannskoðanini er greitt frá úrslitinum av kanning, um landsins keyp, verða gjørd sambært rundskrivinum um “keyp av vørum og tænastum”.  

 Landsgrannskoðanin hevur kannað, um alment innkeyp fer fram eftir tí leisti, sum rundskrivið ásetir, herundir  - um vørur og tænastur, sum kosta meira enn 800.000 kr. u/MVG, verða bjóðaðar út á Keypsportalinum, og  -  um stovnar biðja um tilboð frá minst tveimum veitarum, tá vøra ella tænasta kostar meira enn 50.000 kr. u/MVG. 

 Samanumtikið vísir kanningin, at almennu stovnarnir hava kunnleika til rundskrivið. 

Kanningin vísir eisini, at keypsportalurin verður ikki nóg nógv brúktur, og at tilboðsfyrispurningar heldur ikki verða nóg nógv brúktir. Frágreiðingin vísir á, at ongin kennir veruliga ábyrgd av keypsportalinum. 

 Fíggjarmálaráðið ásannar, at rundskrivið verður ikki hildið, og ætlar at raðfesta økið. 
 Løgtingsgrannskoðararnir mæla landsstýrismanninum í fíggjarmálum til at fremja neyðugu stigini til at fáa rundskrivið at virka, soleiðis sum ætlanin var. 
 
 Løgtingsgrannskoðararnir ætla at fylgja málinum.  

 Løgtingsgrannskoðararnir, 11. september 2017 
 
Jónleif Johannesen, formaður   
Óluva Klettskarð, næstformaður 
 
Magnus Rasmussen 
Joen Magnus Rasmussen