Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Frágreiðing um rottuspjaðing

Frágreiðingin staðfestir, at fyri at fyribyrgja at rotta kemur til rottufríar oyggjar, eigur eitt skipað eftirlit at verða sett í verk á fráferðarstaði (farstøð), á ferðini (umborð á skipi) og á komustaðnum, har rotta kann sleppa í land.

Í Føroyum eru 11 oyggjar, har eingin rotta er. Hesar eru Fugloy, Svínoy, Mykines, Koltur, Hestur, Skúvoy, Stóra- og Lítla Dímun. Kalsoy, Nólsoy og Sandoy kunnu eisini kallast rottufríar, hóast rotta er sædd í einstøkum førum.

Tað hevur stóran týdning, serliga fyri fuglalívið, at forða fyri, at rotta kemur í hesar oyggjar og fær fótafesti har, og at tiltøk verða sett í verk at forða hesum.

Tá rotta varð sædd í Nólsoy í februar í fjør, varð av álvara greitt, at tørvur var á eini nærri lýsing av støðuni við rottu í Føroyum.

Ein frágreiðing er nú gjørd, sum lýsir møguleikarnar at forða fyri rottuspjaðing. Frágreiðingin lýsir m.a. galdandi lóggávu í Føroyum í sambandi við rottutýning, hvørjir myndugleikar hava ábyrgd, og tørvin á at dagføra lóggávuna.

Eisini verður lýst, hvussu rotta vanliga kemur í rottufríar oyggjar, hvør vandi kann standast av hesum, og hvussu ein tilbúgving móti rottuinnrás og eftirlit kann verða skipað. At enda er eitt tilmæli um, hvussu vit kunnu fyribyrgja at rotta kemur til Føroya, og spjaðist til rottufríar oyggjar.

Tilmæli

Tilmælið er skipað í tríggjar partar. Fyrsti partur er um eftirlit á farstøðum, haðani rotta kann koma umborð á flutningsfør. Annar partur er um forðingar og eftirlit umborð á flutningsførum, skipum o.ø. og triði partur er tilmæli um hvussu innrás á rottufríar oyggjar kann fyribyrgjast. Fyri hvørt tilmæli eru nevndir stovnar, virki, kommunur og onnur sum mett verða at hava eina ábyrgd í málinum.

Umhvørvisstovan hevur tikið stig til og staðið fyri arbeiðinum. Skrivað frágreiðingina hevur Sjúrður Hammer, lívfrøðingur.