Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Framgongd við avbjóðingum

Landsbanki Føroya almannakunnger í dag sína hálvárligu búskaparmeting.

Landsbankin metir, at BTÚ í ársins prísum í 2013 og 2014 veksur ávikavist 4,9% og 1,4%, og heldur miðal vøksturin í brúkaraprístalinum í 2013 sær á um 2%, er líkt til, at framleiðslan samanlagt veksur eini 2-3% í 2013. Útlit eru hinvegin til, at stígur ella minni fall verður í framleiðluni í 2014. Útlitini fyri heimsbúskapin eru batnaði nakað í mun til fyri hálvum ári síðani.

Føroysk húsarhald eru framvegis varin, og húsarhaldsnýtslan er framvegis á lutfalsliga lágum stigi. Tekin eru enn ikki um, at húsarhaldini hava hækkað nýtsluna sum part av tøku inntøkuni. Sannlíkindini fyri, at húsarhaldsnýtslan áhaldandi verður eins lág og hon er nú, eru ikki stór. Spurningurin er heldur, nær húsarhaldini aftur veruliga fara at vaksa um nýtsluna.

Landskassin hevur seinastu 5 árini havt stór rakstrarhall. Roknað verður við halli á løgtingsfíggjarlógini í ár og næstu árini. Landsstýri og løgting hava sum mál, at avlop verður á fíggjarlógini í 2016. Í løtuni tykist hetta ivasamt, men tá ið húsarhaldsnýtslan fer at vaksa styrkist raksturin hjá tí almenna, tí at skattskyldug inntøka og avgjaldsgrundarlag vaksa.

Heinta frágreingina á heimasíðu landsbankans sum pfd-fíla:

http://landsbankin.fo/dokumentir/20130317%20-%20Búskaparmeting,%20februar%202013.pdf