Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nú hevur ein týskari, sum er føroyavinur, Norbert Vogt, lagt til rættis eina 2. útgávu av hesi ensku útgávu.

Framløga av bókini “A Description of Foeroe 1676”

Framløga av bókini “A Description of Foeroe 1676” í Havnar kirkju hóskvøldið 16. november kl.19.30. Bókina hevur ein týskari, sum er føroyavinur, Norbert Vogt, lagt til rættis eina 2. útgávu av hesi ensku útgávu.

Sum mong vita, so skrivaði Lukas Debes eina bók um Føroyar, sum kom út í 1673 í Keypmannahavn á donskum. 

Ein av teimum, sum hevði alstóran áhug fyri hesi bók var bretski sendiharrin í Danmark, Thomas Henshaw. Hann royndi at fáa Lukas at týða bókina til latín fyri at lærdi heimurin kundi fáa kunnleika um Føroyar, men so fór Lukas til Føroya við várskipinum 1674, og har hevði hann sum próstur nógv um at vera, og á heysti 1675 doyði hann. 

Í meðan var tað ein fransmaður, sum æt Sterpin, sum týddi bókina til enskt. Hon fór til prentingar longu í 1675, og kom út í 1676. 

Nú hevur ein týskari, sum er føroyavinur, Norbert Vogt, lagt til rættis eina 2. útgávu av hesi ensku útgávu. Hetta arbeiði hevur tikið sjey ár, og mong eru tey, sum hava tikið hond í fyri at hjálpa til. Gramar hevur lagt prentingina til rættis, og Martin Joensen hevur gjørt kápumyndina. 

Framløgan er í Havnar kirkju, har Jákup Reinert Hansen, lektari í guðfrøði, fer at greiða frá. Lukas Debes kom til Havnar sum prestur 28 ára gamal, og røkti trúliga sítt kall eisini eftir at hann 19. august 1670 gjørdist Føroya próstur, og tað var hann til hann doyði 28. september 1675. Gravsteinur hansara er at síggja í kórinum í Havnar kirkju. Systir hansara, Elin, giftist við Eysturoyarprestinum, og summir av hennara eftirkomarum hava varðveitt ættarnavnið.

Bókin er heilbindsbók, síðurnar eru 406, og eru fótnoturnar 1341 í tali. Øll tey, sum duga at lesa enskt, kunnu fáa nógvan kunnleika um Føroyar og hesa tíðina við at lesa bókina. Útlendingar kunnu fáa nógv burturúr, men eisini føroyingar fáa nógv at vita, sum fáur veit nakað um í dag. 

Bókin kostar 500 krónur. 

Vit skulu spyrja um tygum hava áhuga í at keypa bókina.

Vinaliga

Stiðin