Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo



Marin Strøm, sum, saman við Mariu Skaalum Petersen, hevur fingið stuðul frá Krabbameinsfelagnum og Team Rynkeby Føroyar til eina granskingarverkætlan innan krabbamein í Føroyum, bæði yvirskipaða, og innan serstaka øki barnakrabbi, hevði eina framløgu til tiltakið hjá Team Rynkeby Føroyar á torginum í SMS leygardagin.

Framløga um granskingarverkætlan innan barnakrabba

Eg skal í dag greiða tykkum frá granskingarverkætlanini, sum vit eru sera stolt av at hava fingið stuðul frá Krabbameinsfelagnum og Rynkeby grunninum til at fara í gongd við. Verkætlanin snýr seg um krabbamein í Føroyum, bæði á yvirskipaða økinum, og á serstaka økinum barnakrabbi.
 
Sjálv eiti eg Marin Strøm, eri lektari í heilsuvísindi á fróðskaparsetrinum, og vit sum, hava útarbeitt hesa granskingarverkætlan, eru eitt toymi, sum hava nokk so ymiskar royndir, og eg skal vera skjót at siga, at eg eri ikki serfrøðingur innan barnakrabba – men mín ekspertisa er innan júst tey sløg av kanningum og analysum vit fara at arbeiða við í verkætlanini, tað sum á fakmáli eitur epidemiologiskar kanningar. Í toyminum eru umframt eg sjálv, eisini Maria Skaalum Petersen, ið hevur arbeitt nógv innan eitt nú genetikk, Bjarni á Steig, ið er yvirlækni á LS, og hevur holla vitan innan hetta økið, Sæunn Hansen, sum í nógv ár hevur nágreiniliga skrásett allar tilburðir av krabbameini í Føroyum, og so eru eisini ílegusavnið og Deildin fyri arbeiðs og almannaheilsu, við Pál Weihe á odda, við í verkætlanini.
 
Fyri at taka tað yvirskipaða fyrst, og so koma aftur til barnakrabban – so er tað vit meina við hesum, at vit ynskja at fáa til vega vitan um títtleika av teimum ymisku sløgunum av krabbameini í Føroyum, prognosu, deyðiligheit, og eisini hvussu hetta hevur verið í Føroyum gjøgnum ta tíðina, ið vit hava hesar upplýsingar. Til hetta er krabbameinsskrásetingin hornasteinurin, og vit dúva her upp á tað stóra arbeiðið, sum er gjørt á LS fyri at fáa upplýsingar til vega um krabbamein heilt aftur til 1960. Ein stórur partur av arbeiðinum í hesari verkætlan verður at sita við hesari krabbameinsskránni, og journalir hjá sjúklingum, og arbeiða út frá hesum dátatilfari. So er haraftrat meiningin at fara inn á viðurskifti so sum aldur, bústað og líknandi viðurskifti, sosialar umstøður, og hvussu krabbamein tyrpist innan familjur.
 
Hóast vit hava nakað av vitan um krabbamein út frá hagtølum, so er henda vitan ikki í dag systematiserað á ein hátt so vit til dømis beinleiðis kunnu samanbera okkum við onnur samfeløg. Tað merkir, at vit vita ikki í øllum førum, hvørt tey somu viðurskifti viðvíkjandi krabba eru galdandi í Føroyum sum aðrastaðni.
 
Tá vit hava eina slíka yvirskipaða vitan um krabbameinsøkið í Føroyum, so er eisini greiðari at finna út av, hvørji øki kanska hava okkurt serstakt, ið tað júst her í Føroyum hevur stóran týdning at fara inn í. Soleiðis kunnu vit fáa vitan, bæði heilt yvirskipað, eina grundvitan um títtleika, gongdina yvir tíð, prognosa, og samband við viðurskifti so sum hvar fólk búgva, og um sjúka savnast í summum familjum.
 
Barnakrabbi
Barnakrabbi hevur eitt serligt fokus í verkætlanini, og tíbetur er barnakrabbi jú sjáldsamt – tað ger tað so eisini til eina avbjóðing tá vit vilja lýsa hetta økið í Føroyum, tí eisini á hesum økinum mangla vit bæði tí yvirskipaðu lýsingina av barnakrabba: hvussu er títtleikin, og er hann stabilur yvir tíð, ella hevur títtleikin broytt seg. Aftur her fara vit at hyggja at viðurskiftum, ið hava við sjúkuna at gera, krabbaslag, prognosu, viðgerð, hjásjúkur, og eisini hesi viðurskiftini, ið hava meir við teirra umstøður at gera, hvørjum øki tey búgva, sosialar umstøður, og hvussu sjúkurnar savnast í familjum.
 
Akkurát tá tað kemur til barnakrabba, so krevur henda granskingarverkætlanin eitt stórt grundarbeiði, sum í løtuni verður gjørt á LS. Hetta kemst av, at tey børn, sum koma inn og har tað er mistanki er um krabbi, verða førd til Danmarkar á ríkissjúkrahúsið at kanna nærri, og til diagnostisering og viðgerð. Allar upplýsingar um hesi børnini er nú fingin heim til Føroyar, og tað er ein stór uppgáva at fáa alt hetta við í føroysku krabbameinsskrásetingina. Hetta er nakað, ið tey nú, Bjarni og Sæunn, gera av sínum eintingum, fyri at tað kann farast víðari við hesum dáta.
 
Um eg líka skal knýta eina viðmerking til, hvat mín vinkul inn í hesa gransking er, so havi eg síðan eg varð liðug sum kandidat í fólkaheilsufrøði í 2005 arbeitt við gransking innan barnakonur og heilsu og menning hjá børnum, og fokus hevur verið á tann týdning sum ávirkanir í móðurlívi hava á heilsuna hjá børnunum seinni í lívinum. Sum partur av hesum arbeiði kom eg við í fleiri altjóða netverk, millum annað International Childhood Cancer Cohort Consortium, ið stendur fyri at sameina datatilfar frá kohortum um allan heim, og gjøgnum skipaðar analysur at finna fram úrslit innan barnakrabba – og her var eg við í einari kanning, har data frá burðarkohortum úr Danmark, Norra, Ísrael, Onglandi, USA og Australia kundu stuðla undir tí, sum eisini fyrr hevur verið mistanki um: at barnakrabbi kemur oftari fyri millum børn við høgari burðarvekt.
 
Hesum fara vit at hyggja at í Føroyum – og eg skal koma aftur til, hví hetta er áhugavert júst í Føroyum
 
Tað sum man heldur liggja aftanfyri eitt sovorðið samband er, at tað er eitt skjótari vakstrarlag, sum bæði ger, at summi børn viga meir enn onnur við føðing, og at tey so eisini eru í hægri vanda fyri barnakrabba, serliga leukæmi. Tað sum verður hildið at vera mekanisman aftan fyri hetta, er at tað antin er ein øktur vandi fyri mutatiónum í stamcellum, ið kemst av at tey størru børnini hava eitt hægri tal av stamcellum, ella at tað er tengt at vakstrarhormonum, ið kann liggja á einum hægri støði hjá børnum við skjótum vakstrarlagi.
 
Í Føroyum verða nøkur av heimsins tyngstu børnum fødd – vit liggja í toppinum tá tað kemur til burðarvekt – og hetta hevur verið sett í samband við, at føroysku kvinnurnar ganga longri við børnunum, møguliga orsaka av serliga omega-3 fitisýrunum, ið vit ma. fáa úr fiski – og í flestu førum vil man siga, at tað at børnini eru stór er gott. Men hvussu sær tað so út í Føroyum viðvíkjandi einum sambandi millum barnakrabba og burðar vekt, tað vilja vit gjarna finna út av, um vit so her finna tað sama sum tey hava funnið aðra staðni.
 
Kanningar hava bent á, at tað at eta fisk ger, at kvinnur ganga longur við børnunum, og her er tað ma. ábendingar úr Føroyum sum liggja aftanfyri. Also at man heldur, at tað er tann longra viðgongutíðin, sum ger at føroysk børn viga meir við føðing – og also ikki at tey bara vaksa skjótari upp á tað somu tíðina – hetta skjótara vakstrarlagi, sum hevur verið sett í samband við hægri vanda fyri leukæmi.
 
Og tá man tekur alt hetta við inn í líkningina, um tað nú man vera ein longur viðgongutíð, sum ger seg galdandi í Føroyum, so er ongin grund til at halda, at okkara børn her, hóast tey hava hægri burðarvekt enn aðrastaðni, eru í hægri vanda fyri barnakrabba. Hetta kundu vit hugsað okkum at farið djúpri inn í og fingið kannað.
 
Genetikk
Sum eg segði, so hava vit sett út í kortum at kanna hvussu krabbasjúkur tyrpast í familjum, also hvussu tær savnast í summum familjum, og ikki í øðrum. Gransking aðra staðni í heiminum hevur víst summi sløg av krabba kunnu hava ein genetiskan komponent – og eisini her í Føroyum eru faktiskt verkætlanir í gongd, eitt nú um bróstkrabba. Júst í hesum sambandi eru Føroyar jú nokk so einstakar, og tað er møguligt, at tað verður farið víðari við at gera genetiskar kanningar í so fall, at tað verða ábendingar um at arvaligheit hevur ein leiklut í summum av teimum krabbasløgunum vit fara at hyggja at. Men í fyrstu atløgu er tað ikki høvuðsendamálið.

Endamálið
Fyri at taka samanum, so er endamálið við hesari granskingar verkætlan er at fáa eitt grundarlag í Føroyum, eina grundarvitan, ið vit mangla í dag. Men eisini, so er ynskið altíð fyrst og fremst, at slík gransking kann geva nakað aftur til praksis, til tey fólk, ið verða rakt av sjúku, tey sum skulu standa fyri viðgerðini av teimum og til fólkið sum heild. Og har vænta vit, at okkara úrslit kunnu geva eitt grundarlag, ið vit inn til nú hava manglað í Føroyum, og á serstøkum økjum eisini meir nágreiniliga vitan, ið kann brúkast bæði tá ið tað snýr seg um viðgerð og heilsufremjan.
 
Umframt Rynkebygrunninum, so hava vit fingið stuðul frá Sjúkrakassagrunninum, og Krabbameinsfelagnum, og tilsamans er tað nú so mikið væl fíggjað, at vit kunnu fara at søkja eftir einum fólki, ið skal arbeiða við hesum burtur av, í einari phd-verkætlan. Og um nøkur ár, tá fer tann persónurin at kunna standa her og fortelja, hvat úrslitini vóru, og hvørjir nýggir spennandi spurningar eru komnir fram – tí tað er jú so, at tá man byrjar at kanna eitt øki, so kemur man sum oftast fram til fleiri nýggjar spurningar, enn man hevur funnið svar, og tað vænta vit eisini fer at vera støðan í hesum føri.
 
Marin Strøm, lektari í Heilsuvísindum, MSc, Phd