Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Framsókn mist nógv í valstríðnum

 Eg skal ikki her avskriva Framsókn, men undan framløgusendingini og andglettinum í útvarpinum, hevði flokkurin ikki profilera seg serliga væl ella heppið. Aftaná hesar sendingar, vendir pílurin heldur niður enn upp.

Hesin flokkurin fær helst eitt umboð, men neyvan tvey. Flokkurin hevur roynt at geva kenslu av at hava eitt ávíst trúvirði, men hevur ikki smæst burtur tá talan hevur verið at yvirbjóða uppá t.d. barnakekk og annað, og so er tað hasin arvaretorikkurin frá fólkaflokkinum um skattalætta, sum skal fíggjast við, at lættin skal seta gongd aftur á samfelagið.

Og samfelagið er fyri Framsókn fyrst og fremst miðstaðarøkið, sum flokkurin hinvegin hevur flutt norðureftir, vestureftir, eystureftir og suðureftir, og so er útjaðarin Fugloyggin, Svínoyggin, Kalsoyggin, Mykines, Koltur og Hestur.

Retorikkurin er, at hevur miðstaðarøkið tað gott, so hevur útjaðarin tað eisini gott.

Tey allar flestu valevnini hava ikki verið sædd ella hoyrd. Men helst hava tey verið onkustaðnar í orkanens øje og har eru blivin burtur. Felagsnevnarin hjá flokkinum hevur verið, at útlisitera almennar tænastur til privat at reka. Hetta plagdi eisini at vera gott látín hjá fólkaflokkinum, bara ein almennur kekkur so ella so fylgdi við.

Framsókn hevur ikki fingið serligt mótspæl uppá teir almennu stovnarnar, sum antin virka, sum sjálvognarstovnar ella almenn partafeløg, sum eru best við nevndir og leiðslur, sum hava fingið sær eina lukerativa gesheft við snaplinum í kassanum við sera avmarkaðum eftirliti.

Framsókn hevur í hvussu so er mist nógv í valstríðnum. Tá tey endiliga skuldu siga nakað, var teksturin ikki nóg átiligur at svølgja.

Dan Klein, blaðstjóri