Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Framsókn stuðlar Pedagogfelagnum

Framsókn tekur undir við ynskjum, formaðurin í Pedagogfelagnum hevur sett fram til komandi løgtingsval... 

Onkuntíð hugsar ein “to sjæle en tanke”. Síggji í dag, tann 10.juli, skriv frá formanninum í Føroya Pedagogfelag, har hann 8.juli, setur 3 ynski fram, vegna limirnar í Pedagogfelagnum. Hann heitir á sínar limir um at atkvøða fyri teimum flokkum, sum til komandi løgtingsval, taka hesi ynski í álvara, og miðvíst vilja gera sítt til, og seta út í politiska kortið, fyri at bøta um viðurskifti á námsfrøðingaøkinum. Vit í Framsókn hava fyri langari tíð sett ein arbeiðsbólk, ið m.a. júst gevur hesum evninum gætur. Jógvan Philbrow hevur sett hesi 3 ynski fram:

1) Betur normeringar á dagstovnaøkinum

2) Betur viðurskifti á sernámsfrøðiliga økinum, har ein sosiallógáva og tænastupolitikkur eiga at vera ment
3) Hægri løn til námsfrøðingar. 

Vísandi til skriv formansins í Føroya Pedagogfelag, kann flokkurin Framsókn siga frá, at vit taka undir við tí, Jógvan Philbrow ber fram. Hetta eru bert 3 rímilig ynski, sum fyri langari tíð síðan áttu at verið tikin í stórsta álvara. Í niðanfyristandandi skal eg, sum valevni fyri flokkin hugleiða um, hví vit meta at ynskini eru rímilig ...

Tá ið arbeiðið, ið snýr seg um ynski 2, er í gongd og væl áleiðis, har ein arbeiðsbólkur undir Almannaráðnum er farin til verka, fari eg ikki at gera meira við hetta ynskið í fyrstu syftu.

Ad.1. 
Familjan fyrr og nú
Familjumynstrið er munandi broytt seinastu 40-50 árini og vit eru farin frá kjarnufamiljuni, har mamma gekk heima, til at mamma arbeiðir úti. Síðan 1990 eru einans áleið 1% av kvinnunum í DK, sum eru fulltíðar heimagangandi. 1 Familjurnar eru so at siga allar dupultinntøku familjur, ið merkir, at allar tær uppgávur, ið serliga kvinnan tók sær av, fyri bert 40-50 árum síðan (at taka sær av børnum, sjúkum, veikum og eldri) eru lagdar út til eina almenna skipan at taka sær av. Tað, sum í fakmálinum hjá kenda enska samfelagsfrøðinginum Anthony Giddens eitur (umsett til danskt), “udlejring af sociale relationer” 2 . Í hjalarvørrinum av hesari samfelagsbroyting, veksur tørvurin mikið eftir tí tænastu, sum námsfrøðingar og hjálparfólk kunnu veita. Fyri at seta hetta í perspektiv, kunnu vit nevna nøkur tøl.

Í Norðanlondum hava kvinnurnar hægsta erhvervsfrekvens í heiminum, t.s.v. tær, ið arbeiða mest, sjálvt um tær hava smá og fleiri børn, og eru er Føroyar einki undantak. Nútímans dupult inntøkufamiljan er stórforbrúkari av dagstovnum. Longu í 2006 vóru 75,9 % av øllum børnum millum 0-5 ár á dagstovni í Føroyum. Bert í Danmark var talið eitt sindur hægri 79,2%. Hini londini, sum vóru við í kanningini, vóru Finland 46,8%, Åland 56%, Ísland 73,8%, Norra 67,4% og Svøríki 70,7% 3 . Sambært Hagstovu Føroya í hesari vikuni, vóru í 2014, tilsamans 4915 børn, í aldrinum frá 0-10 ár knýtt til kommunalt ansingartilboð 4

Dupultsosialisering og multisosialisering 
Vit hava í mong ár havt dupultsosialisering, har heim og stovnur hava samstarvað um at fáa børn og ung undan. Hetta oftani við tí undirskyldu fatan av, at har er ein stabil kjarnufamilja, sum fungerar væl aftanfyri barnið. Tað gera nógvar familjur, men minst líka nógvar eru í tíðarbilum merktar av kensluligum kaosi, vegna at tey vaksnu velja at fara hvør til sítt. Í skiftistíðini inntil familjan hevur funnið seg sjálva aftur í nýggjum høpi, er oftani tungt bæði hjá børnum og vaksnum. Tølini tala sítt týðuliga mál her, gott 40% av parløgum enda við sundurlesing, og tær mest útsettu familjurnar, eru tær ungu familjurnar.  

Tá hava námsfrøðingarnir, sum tey professionellu vaksnu í systemverðini eina eyka ábyrgd av at kompensera fyri tað, sum barnið ikki fær frá foreldrum sínum. Tann vaksni sjálvur er oftani í kreppu og kensluligum illveðri eina tíð, sjálvt um tað at verða sundurlisin, er eitt tilvitað og umhugsað val hjá teimum vaksnu. Hetta er bert ein av mongum uppgávum, námsfrøðingurin skal viðvirka í, í mun til nútímans familjuna.

Góð normering er jalig, sum merkir at tilpas nógv vaksin eru um hvørt barn. Normeringin á barnagarðs- og stovnsøkinum sum heild, er eitt vet betur í Føroyum enn aðrastaðni. So er lætt at fella til útsøgnir sum: “Hvat grenja námsfrøðingarnir so um?” Hetta er ein eitt sindur meiningsleys reaktión. At man uttanlanda velur at “koyra discount 5, skal ikki spenna bein fyri, at vit her heima hava forsvarliga og góða normering. Tann mátin, sum danir fara fram, í mun til niðurskurð í normering, serliga á barna- og ungdómsøkinum, verður møtt við skørpum kritikki frá serfrøðingunum 6, sum m.a. siga, at politikarin ikki hevur sett seg inn í, hvørji árin fá vaksin per barn og borgara hevur at siga fyri námsfrøðiliga arbeiði. Støðan í DK er tann, at í ár 2000 vóru 5,2 vøggustovubørn fyri hvønn námsfrøðing og 9,7 barnagarðsbørn fyri hvønn vaksnan. Í 2014 er talið av børnum vaksið, soleiðis at nú eru 6,5 vøggustovubørn fyri hvønn vaksnan og 11,8 barnagarðsbørn fyri hvønn vaksnan at taka sær av. Hyggja vit eftir tilmælum frá eitt nú The American Academy for Pediatrics, eigur ein vaksin ikki at hava dagligu ábyrgdina av fleiri enn 3 børnum undir 2 ár, ikki fleiri enn 4 børnum, ið eru ímillum 2-3 ár, og í mesta lagi 7 børnum í aldrinum frá 3-4 ár7. Kendi ástøðingurin, nobelprístakarin og professarin James Heckmann hevur upp og upp aftur víst á og roknað seg fram til, at góð dagsstovnatilboð og íløgur í hendan partin av barnalívinum, forvinna seg sjálvan inn aftur fleirfaldað, samanlíknað við sosialar íløgur annars, áleiðis eitt barna- og ungdómslív. Eitt er, at hetta er ein góð íløga fyri samfelagið sum heild, men meira umráðandi er, at hetta er ein óvurderiligur vinningur í mun til lívsgóðskuna og lívsmeistring hjá einstaklinginum8

Ad.3)
Lønin má vera hin sama fyri tænastur, ið byggja á næstan somu læruúrtøku og útbúgving

Metingar og eygleiðing eg havi gjørt mær síðan eg byrjaði at undirvísa á Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum í 2011 gera, at eg serliga havi grundað yvir og undrast á, hví lønarlagið hjá námsfrøðinginum og læraranum ikki er tað sama! Meira eg lesi og seti meg inn í økið, fleiri og fleiri argumentir eru fyri, at lønin er tann sama. Arbeiðsupgávurnar hvør í sínum lagi líkjast so nógv og komplementera hvørt annað so væl, at eg við mínum besta vilja ikki dugi at síggja, hvat tað er, sum legitimerar, at lærarin hevur munandi hægri løn enn námsfrøðingurin.  

Lestrarskráin hjá teimum lesandi, ið lesa eftir nýggju námsskipani, har komandi námsfrøðingurin og lærarin lesa fyrstu 3 árini eitt bachelor nám, og síðan eitt diplom ár, líkjast rættiliga nógv. Aftaná 4 ár, eru hesi nýútbúgvin og líkastillaði fakfólk. Fyrstu 2 árini er lestrarskráin næstan identisk og síðan fáa tey frálæru, fyrilestrar og royndir, sum fakliga eru fullkomuliga á sama torleikastigi, sama ECTS innihaldi, og eru hesir fakbólkar, lærarin og námsfrøðingurin líka væl skikkaðir, í hvør sínum tíðarbili hjá barninum, at stimbra, menna, læra og fylgja tí, fram á leiðini, frá ½ ára aldri, og til tað fer úr skúlanum sum tannáringur. Lærarin og námsfrøðingurin eru tveir partar av somu søk, at fáa barnið og tann unga borgarin undan, saman við foreldrum teirra. Í ávikavist Dagstovnalógini og Fólkaskúlalógini eru endamálsorðingarnar rættiliga samdar um, hvat uppgávan er, nemliga at námsfrøðingurin leggur lunnar undir framhaldandi menningar- og læringsgongd barnsins, í føroyska fólkaskúlanum.

Námsfrøðingurin er um barnið fyrstu góðu 5 árini og letur síðan stafettina víðari til læraran næstu 9 árini. Í siðvenjubundna skúlaverkinum var hetta skiftið rættiliga knívsskorðið, men rákið uttanlands og her heima er, at námsfrøðingurin og lærarin eru saman um skiftistíðina, tá ið barnið fer úr dagstovninum í fólkaskúlan. Tvørprofessionella samstarvið hevur til endamáls, at barnið fær sagt ordiliga farvæl við fyrsta menningar- og læringsumhvørvið, barnagarðstíðina, og so líðandi venur seg við næsta kapitul í menningar- og læringsumhvørvinum, sum er føroyski fólkaskúlin.

Eitt annað, sum talar fyri, at lønin ímillum námsfrøðingar og lærarar verður hin sama er, at lærarar og námsfrøðingar sita saman á skúlabonki, tá ið talan er um ískoytisútbúgving , sum hevur til endamáls at uppstiga lærarar og námsfrøðingar, ið hava fingið útbúgving eftir gomlu skipani, so hesi kunnu fáa eitt BA-nám... 

Súsanna Olsen

1 Dencik, Lars; Jørgensen, Per S. og Sommer, Dion (2009) Familie og børn i en opbrudstid. Hans Reitzels forlag s. 53 
2 Jacobsen, Benny og Outzen, Ove (2010) Liv i Danmark 2.udg. Forlag: Columbus s. 10 
3 (Kelda: Nordic Statistic Yearbook 2007) endurgivin í bókini: Dencik, Jørgensen & Sommer (2008) Familie og Børn i en opbrudstid. Forlag: Hans Reitzel. S. 81.)
4  www.hagstova.fo (leiting tann 11.11.15 í ”Barnamenning” tilsamans øll børn í Føroyum, í aldri frá 0-10 ár, dagstovn, frítíðarskúla, dagrøkt)
5 Elkjær, Jane (2015) Vuggestuepædagog: ”Du bliver hurtigt meget sårbar” www.politiken.dk 23.3.15
6 Mygind, Johanne (2009) Vi elsker børnehaver, men det har vi ingen grund til. www.information.dk 15.5.2009. 
7 Eksperter kritiserer ny børnepakke: For få pædagoger www.information.dk 14.3.2015. 
8 Reierman, Jens (2014) í tíðarritinum Mandag Morgen, www.mm.dk  
“ Nobelpristager: Udsatte børns skæbne er afgjort inden 1’ste klasse” 
9  http://logir.fo/Kunngerd/83-fra-15-06-2012-fra-iskoytisutbugving-fyri-folkaskulalaerarar-og-namsfrodingar-utbunir-eftir-eldri-logum