Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Framsókn úr samráðingunum

Til Sambandsflokkin

Tórshavn, 3. november 2011

Takk fyri fundin í morgun. Vit hava skilt niðurstøðuna á fundinum soleiðis, at Sambandsflokkurin, áðrenn hildið verður fram við samgongusamráðingunum, vil hava Framsókn at ganga við til at

A. Øll etisk/moralsk/religiøs mál ikki skulu verða viðgjørd í samgonguskeiðnum, tvs. í evsta føri næstu fýra árini. Hetta kravið seta Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin sínum samstarvsflokkum í samgongu.** B. Ríkisveitingin verður ”tiðnað” soleiðis, at hon í fyrstu atløgu hækkar umleið 200 mill og framyvir verður prístalsviðgjørd.

Vit skulu í hesum sambandi boða frá, at

Ad. A) Framsókn hvørki kann ella vil ganga við til, at eitt etiskt mál ikki kann fáa eina demokratiska viðgerð ella kann verða samtykt í tinginum orsakað av einum frammanundan avtalaðum veto. Hetta er beinleiðis í stríð við kjarnuvirði okkara við atliti til persónligt frælsi og eigur eftir okkara tykki ikki at koma fyri innast í einum nútíðar fólkaræði.

Ad. B) Framsókn er ein tjóðskaparligur flokkur, sum metir stríðið fyri føroyskum sjálvbjargni at vera einastu gongdu leiðina fram móti eini menning av Føroyum. At prístalsviðgera ríkisveitingina kann ikki verða sett upp sum fremsta og mest ultimativa búskaparliga mál okkara. Tað gongur tvørturímóti beint ímóti stríðnum fyri sjálvbjargni.

Á fundinum í morgun skiltu vit, at bæði Sambandsflokkurin og Framsókn annars í stóran mun hava felags fatan av tørvinum at loysa búskaparligu avbjóðingarnar, sum liggja fyri framman. Nýskipanir skulu til. Um so er, at útgangsstøðið fyri samráðingunum broytist við atliti til tey bæði nevndu krøvini, ynskja vit sjálvsagt at taka virknan lut í samgongusamráðingum.

 ---

Framsókn metir enn sum áður, at tað er avgerandi neyðugt fyri menningina av landi og fólki okkara, at politiska valdið fremur umfatandi nýskipanir á fíggjarliga økinum (herundir skattaøkinum), í fiskivinnununi, í kommunala bygnaðinum, á pensiónsøkinum og á fleiri øðrum økjum. Uttan mun til, um vit eru í samgongu ella andstøðu, fara vit at samstarva við so mong sum gjørligt fyri at fáa hesar nýskipanir framdar. M.a. standa vit við langtíðarsemjuna um fiskivinnu, sum fyrr í ár varð gjørd við Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Tjóðveldi, og vit vænta sjálvandi, at hinir flokkarnir gera tað sama.

Vegna FRAMSÓKN

Poul Michelsen, formaður