Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Framsýning av tekningunum á Torginum í SMS í dag kl 16

31. mai er hin Altjóða Roykfríi Dagurin. Í tí sambandinum skipar fólkaheilsuráðið fyri framsýning av tekningum hjá børnum í barnagarðs- og skúlaaldri á torginum í SMS. Hetta er úrslit av kappingini, sum hevur verið tann seinasta mánaðin.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Heilsu og Innlendismálum fer at avdúkar vinnararnar og handar virðislønir klokkan 16.

Jens Marni Hansen kemur á pall at syngja áðrenn handanina.