Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Framsýning: Red Snow - Ice in Motion

Framsýning um veðurlagsbroytingar í Norðurlandahúsinum 

Red Snow – Ice in Motion letur upp mikudagin 9. mars og er opin fram til 3. apríl
Í norðurlondum síggja vit hvussu veðurlagið broytist. Lutvís hendir tað av natúrligum ávum og lutvíst hevur livihátturin hjá okkum menniskju ávirkað broytingarnar. 

Við vísindi og list hevur framsýningin Red Snow – Ice in Motion skrásett hesar broytingar. Hvat hendir við artisku jøklunum hesi árini? Hvussu ávirka  veðurlagsbroytingar landslagið, gróðurin og lívstreytinar? Og hvussu kann menniskjað hátta seg til hesar broytingar? Framsýningin fevnir yvir verk hjá listafólki og vísindafólki úr Grønlandi, Íslandi, Føroyum, Noreg og Danmark.

Mikudagin 16. mars kl. 16.00-18.00 verður dialogfundur um veðurlagsbroytingar í sambandi við framsýningina Red Snow. Tiltakið er ókeypis.