Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Framsýning um bókabinding

Síðan miðskeiðis í 1980’unum hevur Landsbókasavnið havt bókbindaraverkstað í húsinum. Fyrsti bókbindarin á Landsbókasavninum var Hans Jákup av Skarði, sum andaðist í 2011. Sóleyg Kjærbæk, sum nú er bókbindari, lærdi hjá Hans Jákupi. 

Bókbindaraverkstaðurin á Landsbókasavninum tekur sær av klárgering av bókasavnsbókum, plasting og innbinding, men eisini varðveiting og innbinding fyri Landsbókasavnið sjálvt. Í løtuni starvast Sóleyg og Tórunn Olsen fast á bókbindaraverkstaðnum.

Í dag 5. juli letur upp ein framsýning í forhøllini á Landsbókasavninum, har til ber at fáa upplýsingar um føroyskar bókbindarar og bókhandlar frá 1854 fram til okkara dagar. Har eru eisini løgd fram dømi um innbinding og amboð og maskinur, sum bókbindarin brúkar.

Framsýningin er opin, tá Landsbókasavnið er opið (mánadag til fríggjadag kl. 13-16), og hon verður standandi uppi august mánað út.

í forhøllini er eisini ein onnur lítil framsýning um handrit á Landsbókasavninum, sum eisini verður standandi uppi alt summarið.

Lesið meira um framsýningina her: http://www.flb.fo/skjol/bokbind_frams2016.pdf