Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Framtakið til reiðar við undirskriftunum til luttøku á løgtingsvalinum

Framtakiði fyri rættinum at velja kannabis hevur fingið nokk av undirskriftum til at stilla upp til komandi løgtingsval.

Hósdagin 14-2-2019 kl. 1445, fer “Framtakið fyri rættinum at velja kannabis” at handa Heilsu- og Innlendismálaráðið allar undirskriftirnar sum skulu til fyri at stilla upp til komandi løgtingsval. Og eitt nýtt valevni, sum er kent frá sosialu miðlinum, verður avdúka samstundis.

Fremsta mál hjá” Framtakið fyri rættinum at velja kannabis”, er at læknar skulu sleppa at útskriva medisinskt kannabis til sjúkar føroyingar. Nógvir føroyingar stríðast við sjúkir sum ADHD, PTSD, Migrenu, gikt, varandi pínu, sclerosu, krabbamein, Fibromyalgi, Morbus Crohn, epilepsi osv. Nógvir av hesum sjúklingum síggja ongan annan útveg enn at bróta lógina við at smugla kannabis og kannabisolju. 

Tað eru fólk sum eru flutt úr Føroyum til Danmarkar fyri at fáa hjálp frá medisinskum Kannabis. Vit eiga heldur at hjálpa hesum fólkum, heldur enn at straffa tey. Tað er eisini vónleyst at viðgera fólk við sálarligum trupulleikum sum eisini eru stigmaseraði.

Vit vilja eisini at Landsapotekarin og Bóndafelagið fara í eitt samstarv um at dyrka medisinskt kannabis í Føroyum, bæði til heimamarknaðin og til útflutning.

Framtakið fyri rættinum at velja kannabis